TALV
Talvfelagið í Sandavági hevur í morgun gyltan møguleika at fáa besta úrslitið í 41 ára gomlu søguni hjá felagnum, sum kann yvirtrumfa bronsuna frá 2008. Undan seinasta umfarinum í liðkappingini í 1. deild, er Sandavágur á odda við 23 stigum, men kapping fæst óivað frá Klaksvíkar Talvfelag 1, sum hevur 20½ stig og Havnar Telvingarfelag, sum hevur 20 stig.
Væntandi hava tó bæði Havnin og Klaksvík styrkt sær liðini til hetta seinasta umfarið. Støðan er tann, at fáa sandavágsmenn hálvtannað stig í sínum dysti ímóti Havnini, er tað nóg mikið til gullið og meistaraheitið, samstundis sum Havnin í sínum lagi skal fáa minst hálvtfjórða stig burtur úr dystinum, tí annars er meistaheitismøguleikin fokin hjá havnarmonnum.
Skulu klaksvíkingar fáa fatur á meistaraheitinum, krevst stórsigur ímóti føroyameistarunum úr Vestmanna, sum eru beint í hølunum á trimum teimum fremstu. Men vinnur Vestmanna hinvegin í minsta lagi 3-1 á Klaksvík 1, er bronsan í øllum førum tryggjað.
Skuldi Havnin vunnið 3½-½ á Sandavági og Klaksvík 3-1 á Vestmanna, verður umdystur beinanvegin millum Havnina og Sandavág, fyrst við kviktalvi og – um einki er avgjørt – síðani við snartalvi. Innanhýsis dystarstigini merkja, at Klaksvík ikki er við í møguligum umdysti.
Hinar deildirnar
Longu undan seinasta umfarinum í 2. deild er greitt, at Tofta Talvfelag aftur verður at síggja í 1. deild, eftir at royndirnar eftir uppflytingini eru miseydnaðar tey bæði undanfarnu árini, tá tað bara rakk til silvur og bronsu.
Kappingin í 3. deild er eitt sindur øðrvísi, tí har er longu innleiðandi telvað um rættin til at kappast um ymsu plaseringarnar. Havnin og Vestmanna telva seinna finaludystin um gullið í morgin, meðan Gøta og Havnin 4 telva um bronsuna.
Hjá unglingunum stendur kappingin um føroyameistaraheitið millum Klaksvík og Havnina, meðan Sandavágur longu hevur vunnið bronsuna og kann ikki røkka silvurinum, samstundis sum greitt er, at Havnin í minsta lagi vinnur silvur.
Seinasta umfarið í liðkappingini í øllum fýra deildum verður telvað í fimleikarhøllini í Klaksvík, og byrjað verður fyrrapartin í morgin klokkan 11.30.











