Spenningur í sinninum
Ein stórsligin spenningsfilmur um ein mann, sum fær sín seinasta møguleika við eini truplari uppgávu. Filmurin gongur fyri seg í einum heimi, har tøknin ger tað møguligt at leita inn í menniskjasinnið. Ein av best umtóktu filmunum í hesum árinum.
Inception
Øri Basil
John Cleese spælir tann ørligi Basil, sum rekur eitt gistingarhús saman við konu síni. Spanski tænarin Manuel ger ikki støðuna betur, og tað hendir mangt og hvat á gistingarhúsinum. Røðin var í síni tíð send í føroyskum sjónvarpi.
Fawlty Towers
Dvd-pakki
“Ja” og hvat so?
Móti, vinarlag, stuttleiki og sólferð eyðkennir annan filmin í røðini Sex And The City. Nýgifta Carrie og vinkonurnar leita sær úr New York fyri at taka sær av løttum, men tað kann henda nógv á eini feriu.
Sex And The City 2
Lívið hjá hinum
Virðisløntur filmur um ein sneytara hjá STASI, sum heldur eygað við fólki. Søgan gongur fyri seg í Eystur Berlin í 1984, og sneytarin verður alsamt meira drigin við í lívið hjá teimum, sum hann heldur vakt yvir.
Das Leben Der Anderen
Gainsbourg
Roykfyltar barrir, kvinnur, ein farmúr sangari og ein hendingaríkt lív. Søgan um franska sangaran Serge Gainsbourg er gjørd til film. Gainsbourg vaks upp í París undir týsku hersetingini, og í 1960’unum kom rættilig ferð á hansara yrkisleið.
Gainsbourg
Trírøðini pakkað
Filmarnir í trírøðini Millennium eru millum best umtóktu norðurlendsku filmar nakrantíð. Filmarnir byggja á spenningssøgurnar hjá Stieg Larsson, og hevur tú mist onkran part ella part av onkrum part, so kanst tú nú keypa tær ein samlaðan dvd-pakka við øllum trimum filmunum om Mikael Blomkvist og Lisbeth Salander.
The Complete Stieg Larsson Millennium Trilogy
Tann seki verður ósekur
Nevningarnir eru sannførdir um, at ein maður, sum er skuldsettur fyri eitt morð, er sekur. Allir uttan ein. Tá nevningarnir skulu taka støðu í rættarmálinum, roynir ein maður at seta drápsmálið í nýtt ljós, og spakuliga – og dramatiskt – sannførir hann aðrar menn um, at tann seki kanska ikki er so sekur hóast alt. Ein klassiskur filmur við millum annað Henry Fonda.
12 Angry Men
Vincent sneytar
Ray Winstone er framúr í leiklutinum sum privatdetektivurin Vincent. Hann og hjálparfólkini fáa fløktar uppgávur, sum eisini er persónliga krevjandi.
Vincent
dvd-pakki
Ræðuliga rættarmálið
Frá november í 1945 til oktober 1946 komu 20 nazi-leiðarar fyri rættin í Nurnberg. Rættarmálið avdúkað ræðuleikarnar undir seinna veraldarbardaga. Hesin dokumentar-filmurin greiðir frá tiltikna rættarmálinum, og ávarað verður um, at filmurin inniheldur skakandi upptøkur.
Nurnberg Processen