Sunnudagin 25. januar varð 7. umfar í liðkappingini í talvi leikt, og mest óvæntaða úrslit í 1. deild var, at Klaksvík 2, sum liggur niðast í deildini, vann 3-1 á Havnini, sum er nummar tvey.
Áðrenn hetta umfarið var bert eitt stig á muni millum Kollafjørð, sum er nummar eitt, og Havnina á øðrum plássi, men eftirsum kollfirðingar vunnu 3-1 á Vestmanna, gjørdist munurin í toppinum eitt sindur størri. Samstundis merkti ósigurin hjá havnarmonnum, at Klaksvík 1, sum vann sannførandi á Streymi, tók seg nógv inn á Havnina.
Í 2. deild stendur dysturin millum Toftir og Kollafjørð 1. Toftamenn mistu bert eitt hálvt stig móti Havnini 2, meðan KT 1 vann trygt 4-0 á Gøtu. Gøtumenn liggja framvegis niðast í 2. deild, og nú er munurin rættiliga stórur, tí næstniðasta liðið, Kollafjørður 2, vann 3-1 á Havnini 1.