Spenningur í Honduras

Herurin hevur tikið valdið í miðamerikanska landinum Honduras og koyrt forsetan frá Støðan er spent í miðamerikanska landinum Honduras, eftir at herurin koyrdi forsetan, Manuel Zelaya, frá og sett hann umborð á eitt flogfar, sum fekk boð um at fara til grannalandi Costa Rica við honum.

Hetta er tað fyrsta hernaðarkvettið í Miðamerika síðani kalda kríggið.

Manuel Zelaya hevur verið forseti í Honduras síðani 2006. Hann hevurt fleiri ferðir tosað um at broyta stýrisskipanina, so hann kundi fáa eitt valskeið afturat í embætinum. Ætlanin var, at ein fólkaatkvøða um spurningin skuldi byrja í gjár, men ístaðin bleiv forsetin koyrdur frá og av landinum.

Grannalondini hava dordømt kvettið í Honduras, og Barack Obama hevur mælt herinum til at virða tær demokratisku reglurnar.