Hondbóltur
Tey bæði, Kyndil og StÍF, verða bæði roknaði sum møguligir kandidatar til avgjørda oddastríðið hetta kappingarárið. Kyndil, sum hevur at kalla alt fólkið frá í fjør tókt, er helst favoritturin í hesum spælinum, nú strandingar tykjast satsa alt upp á egna framleiðslu í ár, men hóast tað, so hevur StÍF víst, at knotur enn eru í monnum. Móti VÍF vóru tað soleiðis bert brotskøstini, sum vóru á muni.
Kyndil hevði eina einki serliga premieru, tá teir máttu lúta fyri KÍF, men móti Neistanum seinasta vikuskiftið sýndu teir, at teir hóast alt ætla sær at vera við, har sum tað hendir í ár.
VÍF heldur fram
Einasta liðið, sum enn hevur fult stigatal, er VÍF, og tað tykist væl hugsandi, at hetta eisini er galdandi eftir sunnudagin. KÍF kemur á vitjan, og tó at hesir ofta hava argað vestmenningarnar, so hevur tað mest sum hvørja ferð verið VÍF, sum hevur drigið longra stráðið í grannadystunum.
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Hoyvíkarhøllini, har Neistin vitjar hjá H71. Einki er at ivast í, at lagið eftir tey bæði fyrstu umførini er sera ymiskt í teimum báðum legunum. Hoyvíkingarnir taptu tepurt fyri VÍF í fyrsta dystinum, men seinasta vikuskiftið vundu teir burtur úr KÍF og prógvaðu sostatt, at teir í ár ætla sær nakað longur upp á talvuni, enn teir hava verið seinnu árini. Neistin hevur hinvegin sum einasta drigið púrasta svart higartil. Vónirnar undan árinum mundu annars ikki vera heilt lítlar, men tvey stórtap fyri StÍF og Kyndli hava uttan iva gjørt, at hesar vónir eru lækkaðar. Um tær so fara at vaksa aftur eftir vikuskiftið fer tíðin at vísa.