Spenningur í bólki H

Danmark vann 2-0 á Íslandi á útivølli, meðan Portugal vann 1-0 á Noregi á heimavølli. Harvið hava øll trý liðini 10 stig á fyrsta plássi. Tað skuldi næstan fara inn í eykatíðina, tá Danmark vann 1-0 á Íslandi í Parkini, og tað gekk eisini long tíð, áðrenn sigurin kom í hús í Reykjavík.

Men eftir 74 minuttum skoraði Lasse Schøne, og seinni eisini Christian Eriksen, so Danmark vann 2-0.

Seinni megnaði Portugal at vinna 1-0 á Noregi við máli, sum Helder Postiga setti í netið. Portugal hevði alt spælið, men megnaði altso bert at skora tað eina málið.

Tað merkir, at Portugal, Noregi og Dan.mark hava 10 stirg hvør í bólki H.