Spenninguir í Klaksvík

Hjá monnunum verður stóra slagið hesaferð í Klaksvík, har SÍ kemur á vitjan.

Mansflogbóltur
Tað tykist í ár, sum um Fleyr úr Havn er einasta liðið, sum ongan sum helst møguleika hevur at leggja seg út í heiðursmerkjastríðið, og sum støðan er í løtuni, tykist spurningurin ernamest at vera, um Fleyr yvir høvur fer at fáa nakað stig í ár.
Sunnudagin skulu havnarmenninir á heimavølli taka ímóti ÍF, sum í sínum fyrstu dystum seinasta vikuskiftið veruliga vísti tenn, tá teir so ruddiliga settu bæði Mjølnir og SÍ upp á pláss. Tí kann ikki væntast, at Fleyr fer at geva fuglfirðingunum stórvegis av mótstøðu, tá liðini hittast.

Hinvegin er spenningurin stórur í Klaksvík, tá SÍ kemur á vitjan. Her er talan um tvey lið, sum aftur í ár ætla sær at halda til í oddinum, og fyri bæði ræður tí um at vinna dystirnar longu frá byrjan av. Eisini hóast hetta ikki telur so nógv fram til jólasteðgin.
Hjá Mjølni man fyrsta fortreytin vera, at teir fáa álopsspæli við teimum báðum bulgarsku leikarunum at rigga, soleiðis at trýst kann leggjast á sørvingarnar frá fyrsta bríksli. Og so mugu teir eisini vóna, at Raika enn ikki er tøkur hjá SÍ. Uttan hann kann spælið hjá SÍ gerast dekan ov einstáttað, tí tá verður Borko ofta nakað einsamallur sum verulig hóttan, meðan breiddin er ein heilt onnur, um báðir teir útlendsku leikararnir eru við.