Lesarar hjá Ekstra Blaðnum halda, at Laura hevði munin, tá X Factor finalistarnar týsdagin framførdu á Ráðhúsplássinum.
15 ára gamli Martin er favorittur til at vinna X Factor sangkappingina í morgin, fríggjakvøldið 28. mars, men 53% av lesaraunum hjá Ekstra Blaðnum halda, at Laura var betur, tá tey bæði framførdu á Ráðhúsplássinum.
So kanska úrslitið av finaluni í morgin ikki er heilt greitt enn.
Men hóast Martin er nevndur favorittur, ætlar Laura ikki at geva upp uttan at stríðast.
- Eg veit væl, at fólk vænta, at Martin vinnur í morgin, men tað leggi eg onki í. Um hann vinnur, so hevur hann eisini uppiborið tað. Men eg syngi fyri at vinna, vissar Laura Ektra Blaðnum.
Stóru veddingarfyritøkurnar verða noyddar at rindað nógvan pening, um Laura vinnur X Facor fríggjakvøldið. Setur tú tín pening á Lauru, og hon vinnur, fært tú pengarnir fimm ferðir aftur.
Men Laura fellur tó ikki í fátt.
- Eg síggi ongar avmarkingar, sjálvt um eg kanska verði nummar tvey. Men kappingin er altso ikki liðug, fyrr enn Lise Rønne hevur sagt navnið á vinnaranum, leggur Laura dent á.
Um Laura vinnur ella ei, skal hon í øllum førum gera eina fløgu, og tá verður tað hennara egni tónleikur. Laura forklárar, at hon vil gera tónleik, har Lauren Hill møtir Alicia Keys møtir India Arie blandað við gospel, sum hon sjálv lýsir tað, men kortini skal tað vera hennara egni stílur, leggur hon afturat.