Spennandi vinnudagur

Oddagrein:

Árligi vinnudagurin er í morgin. Hann er tann tíggjundi og er ikki minst áhugaverdur, tí síðani hann varð hildin seinast, hevur kreppa rakt heimin, og í tí sambandi er eisini áhugavert at seta føroysku vinnuna í fokus umframt at frætta, hvussu gongur í øðrum londum og her ikki minst hjá grannum okkara.

 

Á vinnudegnum hoyra vit oftani útlendskar serfrøðingar seta fokus á aktuel evni. Og soleiðis verður eisini hesaferð. Eitt nú fara vit at frætta, hvussu gongst hjá íslendsku grannum okkara. Vinnudagurin verður eisini brúktur til at varpa ljós á ársins virki. Hetta er tað, sum mong bíða eftir við spenningi. Ikki minst tí at avdúkingin er vorðin til ein sannan gysara, har fyritøkan Kovboy á sera professionellan og hegnisligan hátt í stuttum men rámandi filmi leggur upp til eitt veruligt klimaks. Hvør man tað vera í ár! Tað er annars roynda fyritøkan Sansir, sum hevur alla fyrireikigina av Vinnudegnum um hendi. At tað hevur eydnast fyrireikarunum at dylja vinnaran sum mansmorð má eisini sigast at vera væl klárað. Og hóast dúgliga verður gitt hvørt árið, so hevur kortini eydnast stigtakarunum at koma við einum yvirraskilsi fyri og øðrum eftir.

 

Hvussu verður so í ár eru tað helst mong, sum spyrja. Hvør verður ársins virki í tí kreppurakta 2009. Hyggja vit so at fyritøkunum, sum higartil eru valdar út til ársins virki, so er talan um hesar: Høvdavirkið, Havsbrún, Tórshavnar Skipasmiðja, Vónin, Eik, Vaðhorn, Thor, Reyni Service og Articon. Vit síggja, at fiskivinnan er væl umboðað, tó at eingin alifyritøka enn hevur vunnið henda heiður. Er tað tí sannlíkt, at vit fara at síggja eitt alivivirki sum ársins virki, ikki minst nú, har tað við tolni, treiskni og dugnasemi hevur eydnast hesi vinnu á sera hegnisligan hátt at koma upp úr aftur aldudalinum og í dag at ganga undan? Ein av oddamonnunum í hesi vinnu gjørdist ársins leiðari í fjør. Aftanfyri hann stendur eitt blómandi virki, sum nú hevur lagt saman við øðrum væleydnaðum alivirki. Hvat vildið verið meira náttúrligt og rætt enn at latið virkjum í alivinnuni henda heiður!

 

Blíva vit verandi í fiskivinnuni er tað eisini hugsandi, at okkurt av teimum gomlu og vælriknu reiðararíunum fekk henda heiður. Eitt nú ”Grótmenninir” í Klaksvík, sum hava verið av dugnaligastu fiskimonnum og sum herfyri komu heim við kanska fremsta fiskifari í heiminum, sum troytir mest sum alt tilfeingi til matna og entá umborð. Eitt gott boð halda vit. Eisini eru onnur reiðarí, sum hava gingið undan. Verður vinnarin at finna í Gøtu? Ferðavinnan er enn ikki vorðin til tað mong høvdu vónað. Men í hesi vinnu finnast undangongufólk og fyritøkur, sum eisini høvdu heiðurin uppibornan. Ein slík kundi verið alt Hotel Føroyar konseptið við menningi í Vágsbotni og við Áarvegin. Annað virki innan ferða- og flutningsvinnu er Atlantic Airways. Ella kann hugsast at dómsnevndin fer heilt aðrar leiðir og velur út eina privata fyritøku, sum veitir vørur og tænastur til vanliga brúkaran, ein stór og gomul heilsøla?