Spennandi verkætlan í Sandoynni

Marner Lisberg, nevndarformaður í Delta Seafood og í Sandoy Seafood, heldur avgjørt, at tíðin er komin, har Sandoyggin fær lut í alitilfeinginum. - Tað kann ikki vera rætt, at Sandoyggin hvørki hevur lut í uppsjóvarfiski, ei heldur í alifiski. Vit eru tí farin í samstarv við Marine Harvest Føroyar, sum fer at søkja um aliloyvi á Sandsvág og í Hestfirði. Síðan er ætlanin, at allur fiskurin, sum felagið alir, skal kryvjast og virkast í Sandoynni, sigur hann

Delta Seafood á Tvøroyri, sum eigur Sandoy Seafood, hevur í eftirhondini nógv ár samstarvað við sandoyingar um virkini í Skopun og á Sandi.
Tað hevur verið undrunarvert, at felagið hevur megnað at rikið og uppihildið hesum virksemi í Sandoynni í eini tíð, tá fiskavirkir kring landið annars høvdu trupulleikar við at fáa raksturin at hanga saman.
Flestu, sum hava áhuga í vinnuni, minnast, hvussu eitt nú Faroe Seafood tey seinnu árini, felagið var virkið, stríddist við at fáa raksturin at hanga saman. Hóast ymiskar loysnir um endurreisn vórðu framdar, gjørdist endin tann, at øll fyritøkan og soleiðis øll fiskavirkini, sum samtakið hevði undir sínum hatti, fór á húsagang.
Her skal eingin samanburður gerast, tí ivaleyst vóru fyritreytirnar ymiskar, men tað er ein sannroynd, at fiskaframleiðsla ikki hevur verið nakað gullnám í fleiri ár.
Seinnu árini er tað hent, at ognarrætturin til nógv ísfiskaskip, sum veiða upsa, er savnaður í ávísum pørtum av landinum, og hesi skip landa til tey virkir, sum tey eru knýtt at.
Hetta hava vit serliga sæð við fiskavirkinum Kósini í Klaksvík, sum hevur knýtt nógv skip aftrat sær – og við fiskavirkinum hjá Faroe Origin í Saltangará, sum eisini hevur nógv ísfiskaskip knýtt at sær.
Samstundis, sum hetta er hent, er upsaveiðan minkað, og tí hevur tað ikki verið lætt hjá virkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun at fingið nógv mikið av ráfiski til sína framleiðslu, soleiðis at virkið kann bjóða sínum arbeiðsfólki støðugt fiskaarbeiði.
Tá virksemið hjá Delta Seafood var størst í Sandoynni, hevði felagið saltfiskaframleiðslu á virkinum á Sandi – og flakaframleiðslu á virkinum í Skopun. Toskaveiðan hevur verið lítil í fleiri ár, og tá ráfiskagrundarlag ikki longur var at hava virkið á Sandi koyrandi, varð hetta virkið brúkt til móttøku av fiski, tá skip og bátar løgdu veiðina upp á Sandi.
Í Skopun hevur Sandoy Seafood øll árini megnað at havt fiskaframleiðslu, men undir verandi umstøðum er ráfiskagrundarlagið ov veikt, og tí er trupult hjá felagnum - eisini undir verandi umstøðum - at skapa støðugt arbeiði á virkinum.

Spennandi ætlan
Teir, sum standa aftanfyri Delta Seafood og soleiðis eisini aftan fyri Sandoy Seafood, hava ikki hug at gevast á hendur í Sandoynni. Teir vilja royna aðrar og nýggjar møguleikar í oynni. Sum er, fær Sandoyggin ongan lut í uppisjóvarfiskinum, sum verður veiddur í føroyskum sjógvi og við føroyskum skipum, og oyggin eigur heldur ongan lut í teirri aling og virking av alifiski, sum fer fram í Føroyum. Men, gongst, sum Sandoy Seafood ætlar, eigur hetta ikki at vera støðan tey næstu árini.
Delta Seafood hevur góðar og drúgvar royndir við vinnulívssamstarvi, og á Tvøroyri samstarvar felagið nú við stóra uppsjóvarfelagið, Varðan í Gøtu, um bygging av stórum og nútímans virki til uppsjóvarfisk. Gøtumenn hava drúgvar royndir í veiði, meðan Delta Seafood hevur drúgvar royndir og eru dugnaligir til framleiðslu.
Tí er hetta eisini ein ógvuliga spennandi verkætlan, sum lunnar nú verða lagdir undir á Tvøroyri.
Men Delta Seafood hugsar ikki bara um at gerast partur av uppsjóvartilfeinginum. Nú ynskir felagið sær - og sínum arbeiðsfólki – eisini lut í føroysku alivinnuni.
Delta Seafood og Marine Harvest Føroyar eru tí farin í eitt samstarv, har alifelagið fer at søkja um aliloyvi á Sandsvág og í Hestfirði, og samstundis arbeiða Marine Harvest Føroyar og Delta Seafood við eini ætlan um, at allur alifiskurin skal kryvjast í Sandoynni.

Støðugt arbeiði
Marner Lisberg er nevndarformaður í Delta Seafood og í Sandoy Seafood. Hann heldur avgjørt, at tíðin er komin, har Sandoyggin fær lut í alitilfeinginum.
- Tað kann ikki vera rætt, at Sandoyggin hvørki hevur lut í uppsjóvarfiskinum, ei heldur í alifiskinum. Vit eru tí farin í samstarv við alifelagið, sum hevur alivirksemi ymsastaðni í Føroyum, eitt nú á Oyndarfirði og í Sundalagnum. Í fyrsta lagi verður søkt um aliloyvi á Sandsvág og í Hestfirði, og síðan er ætlanin, at fiskurin, sum aliøkini skapa, skal kryvjast á virkjunum í Sandoynni.
Nevndarformaðurin sigur, at samstarvið upp á sikt fer at bera í sær, at allur alifiskurin, sum Marine Harvest Føroyar framleiðir, verður konsentreraður í Sandoynni.
- Vit hugsa okkum í fyrsta lagi, at virkið á Sandi verður brúkt sum kryvjistøð, sum kemur at skapa eini 30-40 nýggj og støðug arbeiðspláss í oynni. Í øðrum lagi hugsa vit okkum, at tann parturin av fiskinum, sum væntandi verður framleiddur og soleiðis meirvirkaður, eisini verður virkaður í oynni, og her kunnu skapast eini 20-30 støðug arbeiðspláss aftrat.
Sum skilst á nevndarformanninum fer samstarvið millum feløgini at byggja á, at allir fiskurin hjá Marine Harvest Føroyar verður kruvdur og partvís meirvirkaður í Sandoynni.
- Júst, hvussu hetta verður skipað, fara vit at finna út av, sum tíðin gongur, men eyðvitað er, at hetta bæði hevði skapt fleiri nýggj og nógv støðugari arbeiðspláss í Sandoynni, enn vit hava í dag, nú ráfiskagrundarlagið undir virkinum í Skopun er so veikt.
Í verandi løtu kann Marner Lisberg tó ikki siga, hvussu verður við vanligu fiskaframleiðsluni í Skopun, um ætlanin við alifiskinum gerst veruleiki.
- Tað fer tíðin sjálvandi at vísa, men fyri okkara verandi arbeiðsfólk í Sandoynni og fyri nýggju arbeiðsplássini, sum hetta fer at skapa, hevur tað jú størsta týdningin, at virksemið er nógv og støðugt.
- Vit eru ógvuliga spentir upp á hesa ætlan, og vit vóna, at myndugleikarnir, tá tann tíðin kemur, fara at geva Marine Harvest Føroyar aliloyvi á Sandsvág og í Hestfirði, so alifelagið á henda hátt fær savnað ein part av sínum virksemi upp at Sandoynni.

Strategiskur partnari
Nú stóra uppsjóvarfelagið Varðin valdi at gera sína íløgu á Tvøroyri, og stóra alifelagið Marine Harvest Føroyar tekur upp samstarv við Delta Deafood og Sandoy Seafood, kann hetta bara vera ein ásannan av, at feløgini hava stórt álit á Delta-monnunum sum teir, ið duga at framleiða.
Teir, sum standa aftanfyri Varðan í Gøtu, hava sum áður nevnt drúgvar royndir í veiði – og teir, sum standa aftan fyri Marine Harvest Føroyar, hava drúgvar royndir í aling.
- Jú, vit fegnast sjálvsagt um, at áhugi er fyri at samstarva við okkum, og vit vóna, at tað besta kann spyrjast burtur úr hesum samstarvi. Vit vilja í øllum førum gera okkara besta sum partur av hesum samstarvi, sigur Marner Lisberg, nevndarformaður í Delta Seafood og Sandoy Seafood.