Í dag er forsetaval í Venesuela, og fyri fyrstu ferð í fleiri ár er stórur spenningur um úrslitið.
Tann 58 ára gamli Hugo Chavez, sum hevur sitið í forsetaembætinum síðani 1999, fær harða kapping hesaferð frá tí 40 ára gamla løgfrøðinginum Capriles Radonski, og fleiri kanningar hava víst, at hann fer at vinna.
Undir valstríðnum hevur Radonski funnist hvassliga at politikkinum hjá Chavez. Millum annað heldur hann, at venesuelar fáa alt ov lítið burtur úr teirri ovurstóru inntøkuni frá oljuni, og hann hevur lovað fólkinum nýggjar skúlar og vegir og fleiri arbeiðspláss, um hann vinnur valið.
19 milliónir fólk hava valrætt í Venesuela.