Spennandi val í USA

Tað eydnaðist í ávísan mun George W. Bush, forseta at draga yvirgang og tjóðskaparliga trygd fram í valstríðnum og at fáa fólk at gloyma tann vánaliga búskapin.

Valstríðið upp undir amerikanska miðvalið í gjár var ógvuliga hart, og eygleiðarar siga, at sjáldan hava teir báðir flokkarnir stríðst so leingi og lagt so stóran dent á at vinna ta seinastu atkvøðuna sum hesaferð.

Hjá Bush forseta og republikanarunum snýr valið seg fyrst og fremst um at fáa meiriluta í senatinum. 34 av teimum 100 senatorunum standa fyri vali hesaferð, og republikanararnir skuldu bert fáa ein senator afturat fyri at tryggja sær meiriluta.

Í umboðsmannatinginum hava republikanararnir hinvegin meiriluta við 223 umboðum ímóti teimum 208 hjá demokratunum. Har stóðu øll tey 435 umboðini fyri vali í gjár, men roknað varð ikki við, at nøkur stórvegis broyting fór at henda í býtinum millum flokkarnar.

Umframt senatið og umboðsmannatingið stóðu 36 av teimum 50 guvernørunum fyri vali í gjár, teirra millum bróður forsetans, Jeb Bush, sum er guvernørur í Florida.

Tær seinastu veljarakanningarnar undan valdegnum vístu, at tað stóð at kalla á jøvnum millum republikanarar og demokratar. Undir valstríðnum hevur Bush forseti roynt at sannføra amerikanarar um, at tað ræður um at tryggja forsetanum neyðugar heimildir, nú landið er fyri ágangi frá altjóða yvirgangsmonnum. Demokratarnir hava hinvegin víst á ta skeivu gongdina í búskapinum, sum m. a. hevur gjørt, at nógvir amerikanarar eru vorðnir arbeiðsleysir.