Landsfundur
Àhugin fyri landsfundinum hjá sambandsflokkinum um vikuskiftið, var av tí mesta.
Men hesuferð var eisini nakað serligt á skránni og tað var, at stríðsval skuldi vera ímillum tveir formenn.
Johan Dahl, løgtingsmaður úr Suðuroy, bjóðaðu hesuferð formanninum, Kaj Leo Johannesen av og tað var stórur spenningur um, hvør av teimum fór at vinna.
Men tá ið atkvøðurnar vórðu upptaldar, lá Kaj Leo Johannesen omaná.
Hann fekk 31 atkvøður og Johan Dahl fekk 21 atkvøður.
Sostatt eitur formaður Sambandsfloksins eisini ta næsta árið, Kaj Leo Johannesen.
Men meirilutin var ikki so stórur, tí Johan Dahl skuldi bara hava seks atkvøður afturat, so var hann valdur
Ætlar at gevast
Kaj Leo Johannesen var, sum vera mann, fegin um úrslitið og helt seg hava fingið eina álitisvváttan.
Men líka fegin, formaðurin var, lóga vónbrotin av avbjóðarin, sum lá eftirá.
Eftir formansvalið kunngjørdi Johan Dahl fyri Portalinum, at hann nú fór at gevast í sambandsflokkinum, men at hann ikki ætlaði sær úr politikki kortini.
Meiri vildi hann ikki siga, men men aðrir sambandspolitikarar royndu eyðsýnt at fáa hann at broyta meining.
Afturvaldi formaðurin var ovfarin, og helt, at tað er púra vilt at siga so og hann helt ikki, at Johan Dahl kundi meina tað í serliga stórum álvara.










