Spennandi vísukonsert í Atlantis

Fríggjakvøldið verður skipað fyri vísukonsert í Atlantis. Tað verða danin Per Warming og lapplendingurin Johan Piribauer, sum fara at spæla. Í stóran mun verður talan um egið tilfar

Klaksvík:
Vísukonsertin fríggjakvøldið er eitt samstarv við norðurlandahúsið. Sama konsert verður eisini hildin í Stóra Pakkhúsið í Vági.
Per Warming er 60 ára gamal og búsitandi í keypmannahavn. Til dagliga er hann rithøvundur, men eisini fæst hann við at syngja. Best kendur er hann fyri sangin, Du kom med alt det, der er dig, sum stendur í donsku háskúla sangbókini. Eisini vann hann kappingina Syng Dansk, sum varð hildin í 2003. Hann hevur útgivið egnar sangir á útgávuni Blues Barok, umframt at hann eisini spælur tilfar hjá Vysotskij, sum verður roknaður, sum tann russiski Bob Dylan.
Johan Pirbauer, er úr Lapplandi. Tónleikurin hjá honum verður ofta sammettur við vísukenda tónleikin, hjá Hoolanbandoola Band, har Bjørn Afzelius og Mikael Wiehe vóru høvuðsmenn., Eins og hjá Afzelius og Wiehe, viðgera tekstirnir hjá Piribauer samfelagslig viðurskifti. Johan Piribauer hevur útgvið fýra fløgur, og tann fimta er á veg. Hann er fjøruti ára gamal, og fæst burturav við mentan í Lapplandi
Konsertin í Atlantis byrjar fríggjakvøldið klokkan 21 og atgongumerkir til tiltakið á 100 kr. fáast í húsinum ein tíma frammanundan.