Spennandi torradagar í Klaksvík

Í komandi viku verða serstakir torradagar í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara, Klaksvík.

Við fyrilestrum, framsýningum og øðrum tiltøkum er endamálið enn einaferð at fokus á torran, sum er tann tíðin tá fiskur kemur inn á grunnarnar at gýta.
Ætlanin er at nýta alla komandi vikuna at skipa fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík, m.a. fyrilestrum um torra, torrafisk og torrahald.
Ætlanin er somuleiðis at skipa fyri kjakfundum millum framstandandi politikarar um fiskivinnuna í dag, og fáa serfrøðingar frá Fiskirannsóknarstovuni at greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum.
Eisini verður skipað fyri meira løttum undirhaldi í býnum við tónleiki og skemti. Virkishúsið, Bókasavnið, Leikalund og Atlantis skipa fyri serligum tiltøkum. Tiltøk verða eisini í KFUM&K, Snørisvirkinum, Klingruni, Svimjihøllini og Húsarhaldsskúlanum, Christianskirkjuni og umborð á Draganum, eins og Handilsfelagið skipar soleiðis fyri at handlarnir í býnum hava serlig tilboð á skránni.
Annars verður allur býurin merktur av hesum fyrstu torradøgunum.
Torratíðin á landi er vanliga friðarlig og tom eftir jólahalguna, varð hildið at tað hevði verið áhugavert at gjørt nakað serligt burturúr hesum tíðarskeiði, so sum tað var gjørt fyrr og so sum teir enn gera nógv burturúr í Íslandi.
Torri stavar annars frá gomlu tíðarrokningini. Hetta var navnið á mánaðinum, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring.
Fyrstu tiltøkini byrja longu mánamorgunin kl. 10, tá ein framsýning við myndum og fiskireiðskapi letur upp í Leikalund.