Spennandi tónleikakapping í Reinsarínum

Margarinfabrikkin fer at skipa fyri ?FM08? 22.november, 29. november og 6. desember Síðani ?Prix Føroyar? fór av breddanum hava tónleikarar sakna eina tónleikakapping. Men nú verður ein spennandi tónleikakapping aftur hildin. Margarinfabrikkin skipar fyri tónleikakappingini, sum nevnist ?FM08? í ?Reinsarínum? i Tórsgøtu í Havn. FM kann bæði merkja ?Føroyameistaraskap? og ?Faroese Music?. Fyrireikarnir vóna, at tónleikabólkar kring landið fara at melda seg til kappingina. Høvuðsvinningurin er 5 dagar í Studio Oyravox í Nólsoy við einum royndum teknikkara. Kappingin verður skipað við tveimum innleiðandi umførum tann 22. november og tann 29. november. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, og bólkarnir skulu spæla í minsta lagið tvey løg, sum tey sjálvi hava smíðað. Einki krav er til ávísan tónleikastíl, men krav er tó, at viðkomandi bólkur ella einstaklingur ikki hevur givið nakað út á fløgu áður. Ein dómsnevnd við trimum royndum fólkum frá føroyska tónleikalívinum fer at gera av hvørjir bólkar koma víðari í finaluna, sum verður leygarkvøldið tann 6. desember. Bólkar og einstaklingar, sum ynska at melda seg til kappingina kunnu gera hetta við at senda teldupost til fm08tonleikakapping@gmail.com, ella kunnu tey fara inn á www.myspace.com/fm08tonleikakapping. Seinasta freist at melda til ?FM08?-tónleikakappingina, er leygardagin tann 15. november.