Tað blíva við at koma fleiri og fleiri ferðafólk um Vága Floghavn. Herfyri boðaði Vága Floghavn frá, at tey longu í septembur fóru upp um 300.000 ferðandi, ein heilan mánað fyrr enn í fjør.
Higartil í ár eru tað hvønn mánað komin fleiri fólk um flogvøllin enn sama mánað í fjør.
- Eg eri væl nøgd. Vit síggja ein góðan vøkstur, hægri enn væntað, so vit mugu vera væl nøgd, sigur Gudny Langgaard, stjóri.
Onkrar røddir hava ført fram, at nýggja farstøðin longu er um at blíva ov lítil, og stjórin sigur, at hetta er nakað, sum leiðslan heldur eyga við.
- Tað er serliga í peak-tíðum, tá fleiri flogfør koma og fara samstundis, at vit merkja eitt stórt trýst. Men vit kunnu ikki almannakunngera nakað um útbyggingar ella nakað líknandi júst í løtuni, sigur hon.
Umframt at talið á ferðandi er nógv voksið, er farmurin, sum fer um flogvøllin eksploderaður.
- Hatta er feskur laksur, sum verður fluttur av landinum. Tað hevur verið ein royndatíð síðani í fjør, men tað er útflutningurin av feskum laksi, sum skapar handan vøksturin, sigur hon.
Gudny Langgaard sigur, at tað eru spennandi tíðir fyri framman í føroysku ferðavinnuni. Hon sipar til, at Atlantsflog fer at flúgva til Amsterdam, møguliga fleiri ferðir um vikuna, umframt at fleiri stórar hotellútbyggingar eru í gongd.
- Seingjarpláss hava verið ein fløskuhálsur fyri ferðavinnuna, hevur vinnan sjálv sagt, so hetta verður sera spennandi. Nýggja rutan til Amsterdam, samstarvið við Air France KLM og samstarvið við Hilton um nýggja hotellið eru sera spennandi. Vónandi fer hetta at føra til, at vit eisini í framtíðini fara at hava nógv ferðandi um flogvøllin, sigur hon.