Spennandi tíð fyri framman

TANN 17. mai fer uttan iva at gerast ein minniligur dagur í føroyskari vinnusøgu. Henda dagin gongur freistin út hjá oljufeløgum at søkja um loyvi at leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Tá 1. útbjóðingin varð latin upp 17. februar boðaði landsstýrismaðurin í oljumálum frá, at umsóknir til 1. útbjóðingina skulu vera inni um tríggjar mánaðir. Soleiðis sum tað ljóðar, tykist áhugin hjá feløgunum fyri at vera við í útbjóðingini at vera stórur. Treytirnar, sum tingið hevur álagt oljufeløgunum at lúka fyri at sleppa at bora á landgrunninum, hava eftir øllum at døma ikki vera ræðandi fyri feløgini. Men enn er tó ov tíðliga at siga nakað, um hvussu stórur áhugin verður. Vit vita tó, at okkara oljumyndugleikar fegnir síggja so nógv feløg sum gjørligt. Herfyri segði løgmaður seg eisini vóna, at mong oljufeløg fóru at søkja. Tí tess fleiri søkja, tess størri verður kappingin, og harvið skuldi tað so eisini verið betri møguleiki fyri at fingið eina rímuliga góða og gjøgnumførda leiting, sum so aftur kann hava við sær, at olja ella gass verður funnið.

MILLUM mongu feløgini verða eisini tvey føroysk oljufeløg, Føroya Kolventi og Atlants Kolvetni. Í gjár frættu vit so, at Føroya Kolvetni hevur brotið upp armar og hevur víðkað sítt samtarv til eisini at fevna um norskar oljuveteranar. Tríggir av fremstu serfrøðingunum hjá Saga Petroleum við stórum innliti í nettupp Føroyaøkið, hava gjørt eina alliansu við Føroya Kolvetni. Frammanundan hevur felagið allierað seg við bretska Dana. Ætlanin er at fara inn í 1. útbjóðing sum veruligt oljufelag og taka á seg ein rímuliga stóran vága og harvið eisini skapa umstøður fyri einum avkasti, sum verður hareftir. Hitt føroyska oljufelagið er bygt upp eftir einum øðrum leisti. Meðan Føroya Kolvetni bæði loyvir føroyskum og útlendskum íleggjarum, so skulu partaeigarar í Atlants Kolvetni verða føroyingar. Eisini hevur hetta felagið eina aðra støðu til vága og avkast. Vit skulu ikki her siga, hvør formurin er tann rætti ella betri, bert siga, at tað er gott, at vit hava fingið tvey føroysk oljufeløg, sum vilja vera við í komandi útviklinginum. At vit ikki fingu eitt alment oljufelag á hesum sinni skal eisini liggja her. Men rætt er at taka spurningin aftur til umrøðu, tá vit hava lært av royndunum frá 1. útbjóðing og vit møguliga hava fingið prógv um, at okkara undirgrund goymir stórar nøgdir av olju. Vit ynskja teimum báðum privatu føroysku oljufeløgunum góða eydnu í royndunum at koma sær uppí eina komandi oljuvinnu.