spennandi SMS-Vox sangkapping

Komandi vikuskiftini í apríl verður SMS karmur um SMS-Vox-sangkappingina fyri børn og ung, sum eru millum 8 og 15 ár

Fyrireikararnir siga, at SMS-Vox er ikki bara ein kapping, men eitt stað at fagna teimum evnaríku ungu og tónleikinum.  

 

SMS-Vox gevur teimum ungu møguleika at framføra fyri stórari fjøld av áskoðarum í SMS. Vinnarin framførir haraftrat á Voxbotni, og sleppur at royna seg í studio.

 

Tað verða tvey innleiðandi umfør. Tað fyrra verður leygardagin 13. apríl klokkan 15. og tað seinna leygardagin 20. apríl klokkan 15. Finalan verður leygardagin 27. apríl, eisini klokkan 15.

 

Dómarar í kappingini vera millum annað: Jens Marni, jórun Gudmundsson, Danny Baldursson, Edith Dahl Jakobsen og Kim Hansen

 

Tað verða eisini kappingar á Torginum í SMS, har áhoyrararnir hava møguleika at vinna atgongumerkir til Voxbotn og aðrar góðar vinningar.