Spennandi sjónleikarverkætlan.

Vit eru við at leggja seinastu hond á spennandi leikverkætlan í Nólsoy.
Tað er sjónleikadeildin hjá bygdafelagnum, ið saman við íslendskum leikstjóra og scenografi hava samstarva um hendan leikin, sum ber heiti ”Havgird”.

Leikstjóri er Ávgusta Skúladóttir, sum er fulltíðar leikstjóri í Íslandi. Hon arbeiðir bæði við áhuga- og yrkisleikbólkum, og hevur sett upp leik í Tjóðleikhúsi Íslands og íslendsku operuni.
Leikir hennara eru spældir á NEATA og IATA festivalum í fleiri londum. Hon er útbúgvin sjónleikari hjá Monica Pagneux í París og Phillipe Gauliere í London. Hevur masterútbúgving frá Theatre de Complicite, John Wrigth, David Glass og Bruce Meyers.
Var við til at stovna leikbólkin Icelandiv Take Away Theatre og var við í 10 av teirra leikum sum leikari, leikstjóri ella høvundur.
Hevur eisini leikstjórnað á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn og í Føroyum leikstjórnaði hon ”Í Geyma”. Águsta var lærari á Leiklistaskúla Føroya í 2008 og 09, og verður tað eisini í 2010.
Águsta hevur fingið fleiri virðislønir fyri arbeiði sítt innan leiklist.
Pallmyndastjórin Katrin Þorvaldsdóttir er meistari at gera dukkur/marionettir og er ein av stovnarunum hjá Icelandic Take Away Theatre. Hon hevur gjørt dukkur, grímur, búnar og pallmyndir fyri felagið.
Katrin hevur gjørt eina rúgvu av pallmyndum og búnum til ymisk leikhús, serstakliga Tjóðleikhúsið, Borgarleikhúsið Møguleikhúsið. Dukkur hennara eru sera nógvar í tali, og hava mangar teirra ferðast víða um heimin. Katrin hevur haft framsýningar av grímum og dukkum í Íslandi og uttanlanda. Yndistilfar hennara er íslendskur tari, sum hon hevur arbeitt nógv við, granska og funnið hættir at kunna nýta til dukkur og maskur. Katrin arbeiddi við jólakalendaranum á Rás 2 í Íslandi saman við Bernd Ogrodnik í 2005. Hon gjørdi búnar til “Eldhús eftir máli “ og var tilnevnd Grímuna – Íslendska Leiklistavirðislønin - fyri árið 2006. Katrin hevur tikið lut í fleiri sjálvstøguðum leiksýningum, og seinast í “Gyðjan í velinni”, sum var sýnd á verjuskipinum Óðini á Listahátíð Reykjavíkar 2007.
Katrin hevur eisini gjørt pallmynd og búnar til leikin “Í Geyma” í Tórshavn 2008.
Leikurin er um fimm sjólatnar verur/sálir, sum samliva á havsins botni, og sum royna at fáa sum mest burturúr hesum lívi aftaná lívið.
Leikarnarnir hava saman við leikstjóra og pallmyndastjóra bygt leikin upp frá hugarensli til liðugt verk. Arbeiðshátturin eitur ”devised theatre” og er ein sera spennandi arbeiðsháttur og ikki so kendur her heima hjá okkum.
Tað ber við sær, at avbjóðingarnar eru nógvar og leikararnir noyðast at arbeiða við leikhættum, teir aldri hava roynt áður. Sera krevjandi fyri áhugaleikarar.
Leikurin er ógvuliga visuellur, nýtir nógvar rørslur, tónleik, litir og marionettdukkur í mannastødd at gera innihaldið livandi. Leikurin er bæði álvarsamur og stuttligur, ræðandi og romantiskur. ”Klovnari” verður m.a. nógv nýtt at siga frá tí alvarsama.
Hetta er ein leikur, sum fjølmiðlarnir vónandi fara at vísa áhuga – eisini tí tað er áhugavert, at ein lítil bygd kann seta upp ein slíkan leik.