Í 1997 ringdi táverandi stjórin í Dansk Polarcenter, Morten Meldgaard, til Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, fyri at fáa hana við í eina sjálvkravda nevnd til frama fyri einum hugskoti - at gera eitt gam-alt pakkhús í Keyp-mannahavn til eitt mentanarhús til frama fyri Útnorður.
- Í fyrstuni vóru vit ein rúgva av fólki í hesari nevndini. Morten Meldgaard og Kaj Elkrog høvdu fingið eitt hugskot um at gera gamla pakkhúsið um til norðurlendskt mentanarhús. Ì byrjanuni var arbeið á meira óformligum støði. Tað var ikki fyrr enn í 2000, at ein vinnurekandi varð settur á stovn, sigur Marjun Hanusardóttir.
Hesin grunnurin kallast Fonden Den Nordatlantiske Brygge, og har er Marjun Hanusardóttir næstformaður. Tryggvi Johansen, føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn hevur verið fastur varalimur, og hevur hann møtt á øllum fundum.
Hugskot til veruleika
Tað eru skjótt sjey ár síðani, at Marjun Hanusardóttir fyrstu ferð hoyrdi um Norðurbryggjuna. Leiðin frá hugskoti til veruleika hevur tikið sína tíð og stundum kravt nógv stríð.
- Arbeiðið hevur verið ógvuliga drúgt og strævið. Vit hava verið ígjøgnum eina ørgrynnu at stigum og góðkenningum. Men húsið, sum tað stendur í dag kann sigast at samsvara ógvuliga væl saman við upprunahugskotinum, sigur Marjun Hanusardóttir.
Tað, sum kanska serliga hevur gjørt arbeiðið drúgt, er, at sjálvur bygningurin er friðaður, og hetta setir stór krøv til byggiarbeiðið. Allur bygningurin skuldi umvælast, men tíbetur var hann í góðum standi. Eisini tók tað tíð at gerast samd um, hvussu innrættast skuldi og til hvørji endamál.
Pengar skuldu eisini fáast til vega fyri at fíggja verkætlanina, og tað kravdi eisini sítt. Danska stjórnin játtaði at lata bygningin í 1999. Árið eftir fekk húsið játtað tjúgu milliónir frá A.P Møller og Chastine McKinney Møller fond. Sama ár varð so vinnurekandi grunnurin fyri Norðurbryggjuna settur á stovn. Hann hevur eitt umboðsráð og setir leiðsluna fyri Norðurbryggjuna.
Frá 2000 hevur arbeitt verið fram ímóti tí at gera Norðurbryggjuna veruleik.
Føroyski parturin av húsinum eru einir túsund fermetrar, sum Sendistova Føroya fer at húsast á saman við øðrum stovnum, ið hava gjørt leigusáttmála við Løgmansskrivstovuni. Teirra millum Ferðaráð Føroya.
Heildarrenoveringin av Norðurbryggjuni hevur kostað einar seksti milliónir krónur. Føroysku fermetrarnir eru síðani innrættaðir eftir vinnarauppskoti hjá Arkitektavirkinum Àrna Vinther fyri smáar fimm milliónur krónur, tá møblar og tílíkt ikki er íroknað
Landsverkfrøðingurin hevur verið umboð Løgmans-skrivostovunar í bygginevndini, og hevur havt Árna Winther sum ráðgeva á føroyska partin-um.
Eldsálir
Fyri Marjuna Hanusardóttir hevur tað eisini verið eitt stórt upplivilsi at vera við í hesum nevndararbeiðinum. Næstformaðurin í vinnurekandi grunninum fyri bryggjuna hevur nógv rósandi orð til teir báðir Kaj Elkrog og Morten Meldgaard. Kaj Elkrog er fyrrverandi stjóri fyri Told &Skatt, og Morten Meldgaard er farin frá sum stjóri fyri Dansk Polarcenter og er vorðin stjóri fyri Norðurbryggjuna.
- Saman við Vígdis Finnbogadóttir hava teir báðir hava gjørt eitt megnararbeiði, sigur Marjun Hanusardóttir.
Vígdis Finnbogadóttir er formaður fyri vinnugrunnin og hevur eisini verið við í arbeiðinum frá byrjan.
Marjun heldur, at tað sæst týðuliga, hvørjar dygdir eru í fyrrverandi íslendska forsetanum.
- Hon hevur verið ótrúliga góð til at fáa hetta borið ígjøgnum. Hon er ógvuliga skilagóð og arbeiðir væl uttan at gera nógv serliga nógv hóvasták um seg ella seta seg í ringt ljós, sigur Marjun Hanusardóttir, sum er sannførd um, at hetta er ein tann mest sermerkta verkætlanina, hon hevur verið við til.
- Tað er ógvuliga spennandi at arbeiða saman við sovorðnum fólkum. Onkuntíð helt eg, at tað sá heldur svart út, og nú fór tað ikki at bera til, men við teirra sterku trúgv uppá visiónina bar alt til, tá samanum kom, fingu aftur meg at trúgva upp á verkætlanina, sigur Marjun Hanusardóttir.