Tiltikni dysturin millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag á Ólavsøku varð dramatiskur.
Liðini bæði vóru sterk, tíggju mans á hvørjum liði, og ringt varð at meta um úrslitið sjálvt, tá seinastu tíðarneyðirnar spøktu.
Klaksvíkingar vísti seg hendan dagin sum tað betra liðið, og endurvunnu teir tí Ólavsøkusteypið frá í fjør við einum teprum 6-4 sigri.
Á vinnandi liðnum vórðu Eyðun Nolsøe, Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe, Terji Petersen, Tummas M. Anthoniussen, Petur H. Poulsen, Rúni Dragaberg, Símin P. Anthoniussen, Óli Joensen og Mannbjørn Anthoniussen.
Carl Eli N. Samuelsen, Jóan H. Andreasen, Martin Poulsen, Olaf Berg, Herluf Hansen, Jóhan Gaard, Johan E. Hansen, Poul Poulsen, Hans B. Højgaard og Jóannes Guttesen mannaðu havnarliðið.










