Teimum, ið dáma væl sang, fáa eitt gott høvi til bæði at lurta og syngja við, tá eitt serstakt tiltak verður í Meinigheitshúsinum sunnukvøldið Hetta kvøldið verður skipað sum eitt stórt sang- og tónleikatiltak.
- Talan er um eitt ?syngið við? kvøld, har høvið verður at syngja alt frá teimum gomlu gospel-slagaranum til vælkendar sunnudagsskúlasangir, verður sagt úr Meinigheitshúsinum.
Slíkt ?Syngið við? kvøld er nýtt í Havn, men hevur verið roynt aðrastaðni kring oyggjarnar. Og sum skilst, hava tey har verið sera væl vitjað.
Tiltakið varar í umleið 1 tíma, og á skránni er m.a. barnasangur, felagssangur, solosangur við Hjørdis Sunnsker og Kristian Østergaard umframt andakt við Kristinu Eyðbjørnsdóttir.
Aftaná verður bjóðað til ein drekkamunn, har høvið verður at sita og hugna sær eina løtu.
- Vit vóna, at tiltakið verður væl vitjað. Og vit vilja tí bjóða øllum, bæði børnum, ungum, vaksnum og eldri hjartaliga vælkomin til hetta tiltakið í Meinigheitshúsinum.









