Sunnudagin 22. apríl verður spennandi konsert í Stóra Pakkhúsi í Vági, har kend klassisk verk eru á skránni, tá tónleikarar fara at leika á síni ljóðføri Konsertin verður í Stóra Pakkhúsi í Vági sunnudagin kl. 15.00.
Tónlistafólkini eru:
?Atlantstrioin?
Súsanna Joensen - floyta, undirvísir í Norðljómi, Vágoy og Sandoy.
Oddur Hentze - klarinett, undirvísir í Suðuroy, Norðljómi, Tórshavn, Nes Sókn og á Strondum.
Christina Andersen - fagott, undirvísir í Tórshavn, Norðstreymoy og Norðljómi.
Foytu og klaver spæla Otniel Nygaard - undirvísir í Suðuroy, og Birgitte Schankenburg, ið starvast sum akkompagnatørur í Havn.
Øll hava tey drúgvar royndir sum tónleikarar og undirvísarar. Nevnast kann, at Oddur hevur undirvíst í Suðuroynni í 8 ár og Otniel í 3 ár.
Atlantstrioin fer at spæla Divermento hjá Mozart, Fragments av Robert Muczynski og Serenata Monellesca eftir nordmanninum Trygve Madsen. Konsertin verður knappan tíma til longdar. Skráin er henda:
1) Johann Sebastian Bach(1685-1750): sonata í E BWV 1035 - floyta og klaver
2) Robert Muczynski(1929-): Fragments - ?Atlantstrioin?
3) Trygve Madsen(1940-): Serenata Monellsca - ?Atlantstrioin?
4) Francis Poulenc(1899-1963): Sonate - floyta og klaver
5) Wolfgang Amadeus Mozart(1756-91): Divertimento no.1 - ?Atlantstrioin?