TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Morten Hust Petersen í Kvívík, har Morten greiðir frá stóru hondbóltsstevnuni, sum verður í Klaksvík á Páskum komandi ár.
Macron Cup 2016 er fyri U14 og U16 lið hjá gentum og dreingjum. Tilmeldingarfreistin er 1. februar.
Morten greiðir frá, at pilotverkætlanin fyrr í ár eydnaðist somikið væl, at fyrireikararnir fingu blóð á tánna at fara í holt við eina enn størri og betri páskastevnu komandi ár.
Morten fegnast eisini um, at áhugin er stórur hjá donskum liðum at koma til Føroya at kappast. Áhugi hevur eisini verið uttanfyri Danmark, men enn eru ítøkiligar tilmeldingar frá liðum uttanfyri Føroyar og Danmark ikki komnar til Macron Cup 2016.