Teir vóru báðir við á føroyska U21 manslandsliðnum til minniliga U21-HM endaspælið í Algeria á sumri í 2018, Helgi H. Hoydal og Rói Berg Hansen.
Í dag spæla báðir hondbólt uttanlands. Helgi H. Hoydal spælir í næstbestu norsku hondbóltsdeildini við Viking Stavanger, og Rói Berg Hansen spælir við FIF, ið er oddalið í triðbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í dag vitjaðu Helgi H. Hoydal og Rói Berg Hansen SportBoxina á FM1, har verturin Sjúrður H. Hoydal skifti orð við teir um teirra yrkisleið innan hondbólt og avbjóðingarnar í landsliðshondbólti. Nomið var eisini við minnir frá Algeria og ikki minst minniliga 24-24 javnleikin ímóti Montenegro í EM-undankappingini.
Bæði Rói og Helgi staðfesta, at tað er torfør sum føroyingur at fara uttanlands at spæla á hægri støði, og ein má veruliga kýta seg fyri at vinna sær pláss á liðnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina sum var á FM1 seinnapartin.