Spennandi hjá suðringum at fylgja við, tá oljulógin kemur aftur fyri tingið

Nú í langa tíð hava vit hoyrt so nógv um útjaðaran, og hvat ið kann gerast fyri at fáa fólk at støðast og annars at menna útjaðaran.

Løgtingsmenn úr útjaðaraøkjum hava sæð tað skeivu gongdina í landinum og hava tosað saman við tí endamáli at virka fyri menning í útjaðaranum. Vit, sum búgva uttan fyri miðøkið, frøddust um hetta stig, tí vit síggja, hvønn veg tað gongur. Onkur í hesum landinum má rópa varskó. Tað kann ikki verða rætt, at alt tað unga fólkið í Føroyum skal savnast rundan um alt tað almenna virksemið í høvuðsstaðnum. Hetta virksemið, sum bara bólgnar upp og riggar verri og verri.

Í Grønlandi hava grønlendingar verið áskoðarar, meðan danir savnaðu alt sum til bar í Nuuk. Nú hava grønlendarar fingið heimastýrið og eru vaknaðir við kaldan dreym. Hendan danska miðsavnan var til stóran skaða fyri fólkið, sum var uppvaksið undir øðrum umstøðum, og nógvar syrgiligar lagnur spurdist burturúr, teir trivust snøgt sagt betur úti á smáplássum.

Grønlendingar siga nú, at skulu teir búgva í landinum, vilja teir búgva í øllum landinum og ikki bara í einum lítlum parti. Hetta er sjálvandi ikki rætt sæð frá einum peningaligum sjónarmiði, (cost benefit) men lívið hevur so nógv onnur og nógv størri virðir, tí hava teir sjálvir lagt á annan bógv.

Nakað av tí teir, eru byrjaðir uppá, er at hava flutt navigatiónsskúlan úr Nuuk til Paamiut. Farma- og bingjuumsitingina úr Nuuk til Manitsoq, hóast høvuðsbingjuplássið er í Nuuk. Øll umsitingin er íbúðarblokkunum og bústaðarplássum bleiv flutt til Sisimiut.

Hetta hevur sjálvandi ikki gingið stillisliga fyri seg, tí nógv av teimum sum arbeiddu á hesum áðurnevndu stovnum noktaðu blankt at flyta við, hesir stovnar eru, hóast stóra mótstøðu, fluttir og virka sum eftir ætlan, Tey, sum ikki vildu flyta við, máttu so finna annað arbeiði.

Hetta eigur at geva okkara fólkavaldu fólkum nakað at hugsa um. Okkara liviháttur er hóast alt ikki so ólíkur teirra.

Støðuna í Suðuroynni kenna øll tey, sum eru sett at stýra landinum, og tey hava ábyrgdina av, at allir føroyingar skulu búgva í øllum Føroyum, undir so eins treytum sum til ber.

Tann fíggjarliga kreppan, sum var fyrst í 90?unum rakti eisini okkum í Suðuroynni hart, serliga vóru óløgini í sunnaru helvt so stór, at tað stendur á at fáa fótafestið aftur. Tær ringastu fylgjurnar eru, at vit hava mist so at siga eitt heilt ættarlið av tí unga fólkinum, og hetta hevur ført til, at vit eru komin í eina ónda ringrás, sum ikki sæst endi á. Tað er tí bráneyðugt at fáa nakað av nýggjum íblástri so Suðuroyggin ikki verður eftirbátur í samfelagnum.

Nú kemur eitt uppskot til Løgtingið um at savna oljuvinnuna í Suðuroynni. Fellur uppskotið, skal vinnan - sum í hesum føri eru stór altjóða feløg - sjálvi avgera, hvar oljuvinnan skal vera her á landi.

Tað er púra natúrligt at plasera tað, sum hevur við hesa nýggju vinnu at gera, í Suðuroynni. Tey oljuøkini, sum hava størstan áhuga, liggja jú fyri durinum hjá suðringum. Hesi økir eru samstundis av bestu fiskileiðum hjá okkara djúpvatnstrolarum og garnaskipum, sum eru heimahoyrandi her suðuri. Sum fiskigrunnar eru hesi økir longu nógv órógvaði av seismikkvirksemi.

Tað, sum vit vanliga hoyra er, at Suðuroyggin liggur so langt burtur, tað er so ikki tilfeldið hesaferð, nú sita vit á fremsta rað. Tá hendan tíðandi avgerðin verður tikin, er tað fyri okkum suðringar, ikki ein spurningur um pengar, tað er tíverri nógv meir enn so, sum stendur uppá spæl, tað er sjálvt tilverugrundarlagið.

Suðringar eru hvørki býttari ella dovnari enn aðrir føroyingar, men tíðarrákið og vinnusamansetingin hevur lagað tað so, at tíðirnar eru broyttar so ómetaliga nógv, lívsvirðini eru ikki tey somu sum fyri bara nøkrum fáum árum síðani, og hetta kenna vit sviðan av nú. Aðrar tíðir hava verið í Suðuroynni, tá støðan var júst mótsatt, og soleiðis gongur tað upp og niður. Í løtuni eru vit tíverri niðri í einum aldudali.

Uppskotið um, hvar oljuveitingarstøðin skal liggja, kemur frá Javnaðarflokkinum. Men hetta uppskotið kann aldrin verða nakað flokspolitiskt mál, her er ikki spurningur um høgra-vinstra ella samband-fullveldi, so her eiga tingmenn at atkvøða fyri bestu sannføring um, hvat ið er Føroyum at gagni fyrst av øllum.

Fellur hetta uppskotið um av plasera veitingarstøð í Suðuroynni, eri eg stórliga bangin fyri, at tá verður tað ein spurningur um pengar, og nógva rpengar til ymiskt hjálpartiltøk.

Við at taka undir við uppskotinum um, at oljuvinnan skal vera í Suðuroynni fáa løgtingsmenn kjansin nú til at rætta einum øki í Føroyum eina bjargandi hond.

Tað verður sera sera áhugavert at síggja, hvørjir tingmenn sum vísa okkum baki.


Viberg Sørensen