Spennandi hálvfinala í Vestmanna

Kyndil vann fyrru hálvfinaluna móti VÍF í steypakappingini hjá monunum mikukvøldið. Talan gjørdist enn einaferð um ein sannan klassikara

Jákup Bogi Joensen

VÍF-Kyndil 24-25 (10-13)


Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnunum vóru leiktar mikukvøldið. í Vestmanna tók VÍF móti Kyndli, og talan gjørdist enn einaferð um ein sannan klassikara. Hóast Kyndil eitt skiftið var framman fyri við heili fimm málum, so eydnaðist tað teimum grønu úr Havn, bert at vinna við einum máli. Vestmenningar eru tiltiknir seiðir, og enn einaferð noyddist mótstøðuliðið at ásanna, at eitt lið sum VÍF ongantíð skal undirmetast. Heldur ikki tá munurin er uppá fimm mál.

Hjá Kyndli hava hálvfinalurnar í steypakappingini ógvuliga nógv at týða. Møguleikarnir í kappingini um FM-heitið fingu eitt ordans skot fyri bógvin, tá Kyndil sunnudagin tapti móti Neistanum í Havn. Skal Kyndil gera ein vørr í ár, skal tað helst verða í steypakappingni. Vestmenningar teljast hinvegin millum favorittarnar í kappingini um FM-heitið og nú tevjar sigursvanda VÍF liðið av álvara gull í steypakappingin við. Men mótstøðan var hørð mikukvøldið. Talan var jú um síðsta útkall hjá Kyndli, og tað eydnaðist eisini Kyndli at vinna dystin tepurt við einum máli. Endaliga úrslitið av tí annars sera spennandi dystinum í Vestmanna mikukvøldið gjørdist tí, at Kyndil vann við 25 málum móti teimum 24 hjá VÍF. Lagt er tí upp til ein sera spennandi dyst, tá seinna hálvfinalan verður leikt í Havn um knappar fjúrtan dagar.

Kyndil hevði munin

Hjá Kyndli var dysturin av sera stórum týdningi. Og tað var eisini Kyndil, sum setti seg á dystin frá byrjan. Teir virkaðu rættiliga uppsettir, og bardust allir sum ein fyri sakini. Serliga í verjupartinum bitu Kyndilsmenn frá sær, og førdi hetta við sær, at Vestmenningar als ikki fingu glið á sítt spæl sum ætlað. Spælið hjá Kyndli virkaði nógv betur skipað enn hjá VÍF. Alt grundað á gott verjuspæl, og tá álopsparturin eisini fór at rigga, sá út til, at Kyndil av álvara fór at verða ein møtimikil uppgáva hjá VÍF. Serliga hugaligt var í fyrra hálvleiki at síggja Íslendingin, Jacob Jónsson, sýna fram kynstur við rundu leðurkúluni. Tó gjørdi Hans Áki Dal Christiansen mest um seg við fleiri frálíkum málum úr spískum vinkli. Hjá VÍF riggaði ikki alt sum tað skuldi í fyrra hálvleiki, men tó var Ingi Olsen ein sonn fragd at skoða. Ingi er jú við sínum fantasktiska eyga fyri spælinum ein av okkara allar bestu leikarum. Kyndil hevði munin allan dystin, og alla tíðini vóru tað Vestmenningar, sum skuldu vinna leiðsluna innaftur. Munurin var ofta stórur. Tvey, trý mál skiltu partarnar, men tá 17 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað VÍF at javna til 7-7. Men so settu Kyndilsmenn ferðina upp, og so gekk tað skjótt fyri seg. Og tá fyrri hálvleikur varð bríkslaður av, vísti máltalvan 13-10 til Kyndil.

Spenningurin kyknaði av nýggjum

Fyrri hálvleikur gjørdist ikki tað fólk høvdu vænta. Og kanska vóru fólk, kanska serliga Vestmenningar, bilsnir av, at Kyndil var á odda við trimum málum. Men eftir steðgin kom meira ferð á VÍF. Tað tók sína tíð, men teir komu sum eitt ódnarveður. Ikki tí. Kyndil var eitt skifti í seinna hálvleiki framman fyri við fýra málum, men spælið hjá Havnarmonnum dovnaði alt meira burtur. Alt meðan Ingi Olsen, og kanska serliga Sámal Joensen funnu stórspælið fram. Kyndil gjørdi miðskeiðis í seinna hálvleiki av at mansverja Inga, men so fóru aðrir at gera um seg. VÍF tók seg spakuliga men trygt inn á Kyndil, og tá ið knappir 19 minuttir vóru leiktir, vísti máltavan í Vestmanna, at Kyndil var á odda við tveimum málum. Støðan var tá 20-18. Venjarin hjá Kyndli, Sophus Dal Christiansen, valdi at taka eitt time out, tá spælt var í smáar 20 minuttir. Hvat hann akkurát hevur sagt við sínar leikarar veit blaðmaðurin ikki, men eftir hetta hoyrdi tú ofta Kyndilsleikarar rópa millum sín, at vit koyra eitt langt álop. Lagt var við øðrum orðum meira varliga fyri. Kanska var hetta betur ógjørt, tí tað var júst teir seinastu tíggju minuttirnar, at VÍF av álvara hálaði seg inn á Kyndil. Sámal Joensen minkaði um munin við brotskasti til støðuna 25-23, tá klokkan í høllini vísti, at spælt var í 29 minuttir. Og í allar seinastu sekundunum minkaði munurin niður í bert eitt mál, so at endaliga úrslitið gjørdist ein 25-24 sigur til Kyndil. Onki er tí avgjørt undan seinnu hálvfinaluni í Havn um knappar fjúrtan dagar, og spennandi verður at síggja, um tvey av mest vinnandi feløgum í landinum, tá enn einaferð fara at geva okkum ein spennandi dyst.