Spennandi fyri Vág

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, er spent uppá, hvørjar ætlanir, nýggju eigararnir í Fiskavirking hava við virkinum í Vági. Í fyrstini ljóðaði ikki um um at nakar serligur áhugi var fyri virkinum í Vági, men tað er so við í pakkanum, nú Varðin, Framherji og Samherji hava keypt seks skip og fýra virki hjá Fiskavirking.

- Vónandi ganga vit eini øgiliga spennandi tíð í møti í Vági, sigur Borgarstjórin.

Virkið í Vági hevur staðið stongt nú í nógv harrans ár, burtursæð frá onkrum styttri tíðarskeiði inn ímillum.

Nú vónar Kirstin Strøm Bech, at tað verður støðugari arbeiði á virkinum, men hon sigur, at hon veit onki um, hvørjar ætlanir eru við virkinum.

- Tað høvdu vit harðliga trongt til, tí tað hevði komið allari Suðuroy til góðar, sigur hon.

Leysasøgur hava gingið um, at ætlanin er at gera tað til uppisjóvarvirki.

Hevði tað verðið, heldur borgarstjórin, at tað hevði bara verðið ein fyrimunur, tí tað hevði gjørt vinnulívið eitt sindur fjølbroyttari, so at ikki alt stendur og fellur við botnfiskinum.