Spennandi frá I AM

Leingi hevur hon verið á veg, men nú er hon her. Talan er um leingi væntaðu fløguna hjá I AM, har dugnaskapur og ljóðgóðska renna saman í hægri eind

Nýggjasta fløgan á føroysku tónleikatindunum, er frá spennandi rock-gospel bólkinum I AM. Bólkurin I AM hevur í meir enn 3 ár bergtikið áhoyrarar kring alt landið. M.a. hava teir luttikið á fleiri Gospel Festivalum, Prix Føroyum, ólavsøkukonsert, live í ÚF og Rock í Føroyum II við vakra sanginum »Last Night«.

Nýggja fløgan frá I AM hevur heitið »Cast« og eru flestu sangirnir á enskum. Tó eru tveir sangir føroyskir. Á »CAST« verður dentur lagdur á nýmótans rytmur við góðum svingandi rocki, við guitarleikaranum Mikkjal Hvannastein á odda. Sjálvsagt hevur »CAST« eisini pláss fyri onkrum vøkrum og stillum sangi, har sangarin Birgir I. Sigurðsson fær víst sínar sangdygdir.

Fløgan er tikin upp í Studio Pegasus í Klaksvík við In-G við knøttarnar. Ljóðgóðskan er fyrstafloks, har m.a. Óli Poulsen hevur havt meiri enn ein fingur við í spælinum. Hann hevur ráðgivið og hann hevur ljóðblandað fløguna í Lundgaard Studios í Danmark.

Fløguhúsin er ikki sum aðrir fløguhúsar. Húsin er gjørdur úr pappi og hevur eitt nýskapandi og tíðarhóskandi snið, ið hóskar væl til tónleikin, - væl úr hondum greiddur av Høgna.

Fløgan hjá I AM, er kanska ein av bestu fløgunum á føroyska marknaðinum í ár. Fleiri sangir fara óivað at røkka høgt á tónleikatindunum og sigast kann, at hetta ártúsund verður endað við einum ordans braki frá klaksvíksbólkinum I AM.

3?arin stendur fyri útbreiðsluni. Fløgan fæst til keyps um alt landið og er ein sjálvsøgd jólagáva.

IAM hava heimasíðuna www.iam.fo.