Spennandi føroyskt vikuskifti

Meðan vit fáa eina føroyska lokaluppgerð sunnudagin, skulu Todi Jónsson og FCK vitja oddaliðið mánadagin

Fótbóltur


Frá einum føroyskum sjónarhorni tykist komandi vikuskifti at vera eitt av teimum spennandi í donsku superliguni.


Føroysk uppgerð

Sunnudagin fara OB og Johan Byrial Hansen á vitjan hjá meistarunum úr Herfølge, har Jákup Mikkelsen sum kunnugt verjir málið.

Roknast kann við, at teir báðir føroyingarnir vera við frá fyrsta bríkslið, og fyri bæði liðini er alneyðugt, at ein sigur kemur undir land.

Herfølge hevur langt ífrá livað upp til meistaliga avrikið frá undanfarna kappingarárið, og niðurflytingarstrikan er í løtuni óhugnaliga nær. Eisini hjá OB er neyðugt við sigri, um teir skulu gera sær vónir um at fylgja við oddaliðunum. Eitt tap kann eisini viðføra, at OB fer at nærkast botnsessunum, og har hava liðfelagirnir hjá Johan verið alt ov ofta eftir egnari metan.


Skulu uppeftir

AGF hevur havt tað alt annað enn lætt seinastu tíðina. Vánalig fíggjarlig eins og ítróttarlig avrik hava ført við sær, at tað nú rættiliga sansar at í fleiri mátar.

Fíggjarliga er tað kanska ikki so nógv, sum leikararnir kunnu gera, og so er spurningurin, hvat teir megna ítróttarliga. Sunnudagin kemur Lyngby, sum í løtuni er á øðrum plássi, á vitjan, og hetta boðar frá eini torførari uppgávu. Strykin hjá Lyngby hevur serliga verið álopsparturin, har teir í ár hava verið sera ágangandi, so um Óli sleppur at byrja á vøllinum, fær hann ivaleyst sítt at síggja til.


Oddadystur

Nú er við tíðini vorðið nakað síðani, at FCK seinast var partur av eini oddauppgerð, men mánadagin skulu teir so aftur sleppa at royna hendan heldur óvanda leiklut.

Uppflytararnir úr FC Midtjyllan, ella FCM, hava higartil tikið øll á bóli, og tað er millum annað takkað verið einum sigri í Parkini, at teir nú eru á fremsta plássi í superliguni. Eitt tap, sum FCK ikki helt seg hava uppiborið, og sum teir nú vilja hava hevnd fyri.

Todi Jónsson slapp á vøllin seinastu tíggju minuttirnar undanfarna vikuskifti, og við tveimum málum boðaði hann venjaranum frá, at hann nú aftur er til reiðar at spæla.

Er hann skaðafríur telist Todi uttan iva millum teir fyrstu ellivu hjá Roy Hodgson, og so kunnu eisini føroyskir sjónvarpshhyggjarar kanna eftir, um formurin er í lagi. Í øllum teir hyggjarar, sum síggja rásina 3+, sum sendir dystin beinleðis mánakvøldið.