Spennandi dagur hjá Edward Fuglø og Posta

Posta gevur út tvey frímerki í dag. Útgávustaðið og hátíðarhaldið annars er flutt til Stockholm. Hugskotið eigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandshúsinum, um at gera eina parafrasu við Edwardi Fuglø og Jan Håfstrøm yvir tvey frímerki.

Jan Hågstrøm úr Svøríki er útbúgvin heimspekingur, men tók seinni útbúgving innan myndlist á akademinum í Stockholmi.

Jan sigst vera millum fimm tey kendastu listafólkini í Svøríki. Hann hevur m. a. tríggjar ferðir verið á »Bienalinum« í Venedig, sum er ein heiður í sær sjálvum. Eisini hevur hann fingið fleiri listaprísir. Tí var ikki so undarligt, at Edward var ikki sørt errin at vera komin so høgt upp á strá at standa á frímerki saman við Jan Håfstrøm.

Edward er samstundis fyrsti føroyski listamaðurin, ið er boðin at stilla út á Kongaliga Kunstakademinum í Stockholmi. Henda framsýningin var við verkum av bæði Jan og Edward í sambandi við útgávuna. Framsýningina hava Jan Håfstrøm, listamaður og Jan Åman, leiðari á Kunstakademinum, sett upp.

Frímerkini eru, sum sagt, ein dupultparafrasa, ið merkir, at ein listamaður nýtir brot úr mynd/verki hjá einum øðrum listamanni.

Jan Håfstrøm hevur gjørt eitt merki við ímyndini úr teknirøðini Fantomet, har Mr. Walker er er við á myndini og lítir yvir eitt bygdalag, sum Edward Fuglø hevur gjørt. Frímerkið verður kallað: Mr. Walker on the Faroes.

Edward Fuglø hevur gjørt eitt frímerki, har hann letur nakrar spanskar munkar, ið Jan Håfstrøm hevur gjørt við ímyndini, “Hín góði deyðin”, bera eitt av eggunum, sum Edward hevur málað. Frímerkið verð kallað: Egg procession for Jan

At sýna norðurlendska samtíðarlist, er málið við frímerkjunum.

Á henda hátt hava tveir kendir listamenn heiðra hvønn annan og eru annars verið við til at varpa ljós á hvønn annan.

Rithøvundar, arkitektar, listaummælara, útgevarar, útvarpsmenn og redaktørar saman við hópin av øðrum vóru við til utgávudagin, har listaframsýningin við verkum eftir Edward og Jan lat upp. Fyrr nevndu vóru við til at viðmerkja listaframsýningina og frímerkini hjá báðum listamonnunum, sum fór fram á einum stórum rundborðsfundi, beint eftir útgávuna.

Eftir fundin varð boðið til eitt væl borðeitt borð - bert við føroyskum viðskera, skerpikjøti, turra grind, turran fisk, spik, lomviga, hvannir og hópin urtum og gønmeti, sum sviunum hóaðu sera væl. Ein av kendastu kokkunum í Stokholmi, Stefan Eriksson hagreiddi matin – Hann hevði m.a. stóra virðing Leif Sørensen, sum hann hevði hitt á Noma, har Leif hevði havt ein matfyrilestur.

740 frímerki eru nú komin út síðani 30. jaunar 1975, tá undir danska postverkinnum – Árið eftir, 1. apríl 1976 varð Postverkið, sum tað æt tá, yvirtikið.

Ein spennandi dagur á Kunstakademinum í Stokholm, ið hevur røtur frá 1735, sum setti Posta, Edward Fuglø og Jan Håfstrøm í eitt serligt ljós, saman við hópin av kendum listafólki, ummælarum, rithøvundum og øðrum. Tí verður roknað við, at henda útgávan ikki fer ómerkt aftur við borðinum og fer at geva afturljóð í so mangar mátar.

Mynd: Dávur Winther