##med2##
Tað var spenningur til seinasta spurning í Firmakappingini á FM1 seinnapartin, har Heimamissiónin og Sjónám í Klaksvík kappaðust.
Tað serliga var eisini, at tveir brøður vóru liðskiparar hjá liðunum í dag. Lítlibeiggi, Øssur Kjølbro var liðskipari hjá Heimamissiónini og liðskipari hjá Sjónámi var Hanus Kjølbro, eisini kendur sum veðurkønur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra spennandi spurnarkappingina, ið var á FM1 seinnapartin.
Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.