Spennandi bilar frá VW konsernini

Fleiri nýggjheitir eru á veg frá VW-konsernini. Síðst í november kemur Audi A4 við nýggjum designi, um ársskiftið kemur ein nýggjur VW Golf GTI og fyrst í komandi ári kemur ein heilt nýggjur Seat Toledo

Nýggjur sportsligur Audi A4

Audi koma nú við einum nýggum sportsligum A4, sum er eyðkendur av kvaliteti á høgum støði, framúr góðum koyrieginleikum, framkomnari tøkni og smartum designi.

Motorskráin er víðkað við fleiri nýggjheitum sum t.d. tveimum FSI bensinmotorum, einum 3,2 litur V6 við 255 hk, og einum 2,0 litur 4 syl. 200 hk við turbo. Eisini eru nýggir dieselmotorar við í motorskránni.

Undirvognurin er eisini nógv broyttur við nýggjum upphangum framman og aftan. A4 hevur ein sokallaðan hightech bakaksil, sum er ein tann mest framkomni á marknaðinum. Hetta gevur bilinum framúr góðar, tryggar og sportsligar koyrieginleikar.

Audi A4 kemur á marknaðin síðst í november. Bilurin varð fyrstu ferð alment sýndur fram á Paris Motorshow í september.
________________________________________________________________________________


VW Golf GTI við 200 hk

Tað vóru VW sum skaptu GTI-klassan við Golf GTI, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1976.

Nú koma teir aftur á marknaðin við einum nýggjum Golf GTI í fimtu generatión, hesaferð við FSI motori og 200 hk. Talan er um ein sera kvikan bil við 6-trins girkassa og koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,2 sek og toppferðin er 235 km/t.

At síggja til er Golf GTI eyðkendur av t.d. einum stórum svørtum net-kølaragittari, 17" alu-felgum við 225 profil dekkum, spoilara aftan og dupultum útstoyti.
Eisini kabinan er í GTI stíli við t.d. nýdesignaðum sportssetrum, leðurbetrektum aluminiumsratti og girknøtti eins og aluminiumspedalir.

Golf GTI hevur sportsundirvogn og er senkaður 15 mm. Bilurin kemur á marknaðin um ársskiftið.

____________________________________________________________________________

Rúmligur og smartur Seat Toledo

At Seat hava fingið sín egna nýggja stíl, er nýggi Toledo besta dømi um. Talan er um eitt heilt nýtt sedan-konsept. Hesin er triðja generatión av Toledo, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1991.

Bilurin er sera praktiskur og ein tann rúmligasti í sínum klassa við stórum viðførisrúmi, sum er heilar 500 litrar. Designið er eisini rættuliga sermerkt og smart, bæði nútímans og í gamlan stíl, serliga aftan.

Innan er nógv gjørt burtur úr við tilfari í góðum gjøgnumførdum kvaliteti. Variabla elektroniska servostýringin við automatiskari sjálvupprætting og væl virkandi undirvognurin geva bilinum koyrieginleikar í toppklassa. 16" hjól eru standard.

Fýra motorar vera at velja ímillum, tveir bensin og tveir diesel. Bensinmotorarnir eru: 1,6 litur við 102 hk, og 2,0 litur við 150 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur við 140 hk. 2,0 litur motorarnir hava 6-trins girkassa.

Nýggi Seat Toledo kemur á marknaðin fyrst í komandi ári.

P/F Bilasølan v. Øssur Johannesen, Vegurin Langi Tel. 315354