- Tað er at fegnast um, at føroyska alivinnan tekur væl undir við okkara rognaframleiðslu og keypir alt, sum vit framleiða.
Tað skrivar stjórin í Fiskaaling, Kristian Petersen, í seinastu útgávuni av Alitíðindum, sum kom út um dagarnar.
Stjórin vísir á, at á heysti í 2014, ta? li?vfiskurin fra? SalmoBreed kemur inn i? framleiðsluna, fer sølan at økjast munandi.
- Ta? hava vit møguleika at nøkta allan tørvin hja? okkara alivinnu, umframt at vit fa?a møguleika at u?tflyta rogn.
Kristian Petersen sigur, at sto?rur a?hugi er uttanlands fyri hesum rognum.
- Talan er um at fa?a okkum at framleiða laksarogn, ið nevnd verða out of season rogn. Hetta eru rogn, sum verða strokin undan laksi, sum er ljo?s- og hitasty?rdur og ti? kann koma a? marknaðin uttan fyri vanligu rognati?ðina.
Stjórin sigur, at tá lívfiskurin gongur a? landi, bæði við A?ir og i? Skopun, kann hetta lata seg gera.
- Um tað eydnast okkum at fa?a fo?tin fastan i? u?tlondum, kann hetta koma at bøta munandi um okkara inntøkugrundarlag.
Og Kristian Petersen heldur fram:
- Vit halda, at hetta er ein sera spennandi avbjo?ðing fyri felagið, og fara vit at gera alt fyri, at hetta kann eydnast. Nakrar sma?ar u?tbyggingar og betringar skulu gerast við A?ir og i? Skopun fyri at nøkta hendan tørvin, sigur stjórin.