Tað gjørdist í gjár greitt, at Tórmóður Stórá heldur fram í starvinum sum leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Starvið varð lýst leyst fyrr í ár, men av tí, at bara ein umsøkjari var til starvið tá, valdi sjúkrahúsleiðslan at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Tórmóður Stórá, ið var einastu umsøkjari tá, var so vónbrotin av hesi avgerð, at hann tók umsókn sína aftur og vildi ikki siga nakað um, hvørt hann fór at søkja aðru ferð.
Fyrr í mánaðinum bórust tíðindi um, at Tórmóður Stórá hevði avgjørt at søkja starvið av nýggjum. Tórmóður Stórá dylir ikki fyri, at tað er dyggi stuðulin og nógvu áheitanirnar frá fólki, bæði starvsfeløgum, øðrum í heilsuverkinum, politikkarum, sjúklingum og avvarðandi, sum hjálpti honum at taka avgerð um, at søkja aftur.
Og í gjár váttaði sjúkrahúsleiðslan, at einans ein umsøkjari var til starvið aftur, meðan Tórmórður Stórá váttaði, at tað var hann, ið hevði søkt. Starvið verður ikki lýst leyst aftur, sigur sjúkrahúsleiðslan, og tí verður Tórmórður Stórá settur.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Tórmóð Stórá.