Elmar Rubeksen, sum hevur verið knýttur at línuskipum hjá reiðaranum, Jóhannusi M. Olsen á Toftum, síðan 2010, hevur seinastu trý árini verið skipari á Sigmundi, sum í summar og í heyst hevur gjørt fýra góðar túrar í Eysturgrønlandi.
Teir 14 menninir - allir føroyingar - sum fóru úr Føroyum til Eysturgrønlands beint fyri ólavsøku, gjørdu fyrst tríggjar túrar, sum teir landaðu í Torlakshøfn í Íslandi. Hin fjórða og seinasta túrin á hesum sinni landaðu teir á Toftum mánadagin.
Manningin hevur at kalla verið hin sama, síðan Sigmund fór úr Føroyum - undantikið einir tveir mans, sum hava skift við aðrar menn.
Elmar Rubeksen, skipari, sigur, at lagið á monnum hevur verið gott hesar túrarnar, sum tilsamans eru átta dagar undir tveir mánaðir.
- Tað hevur eisini gingið væl at hildið upp á manningina, og tað hevur nógv at siga fyri skiparaksturin og soleiðis eisini fyri arbeiðsgongdina umborð.
Hann vísir á, at tað er nógvur toskur at fáa í Eysturgrønlandi, men teir hava roynt at sloppið burtur úr toskinum við at fiska á djúpari vatni.
- Soleiðis hava vit fyri tað mesta fiskað á umleið 200 favna dýpi.
Í Eysturgrønlandi hava línuskipini, Sigmund, Sandshavið og Mascot, royndarfiskað fyri Royal Greenland móti einum ávísum kilogjaldi, og onnur føroysk línuskip hava fiskað fyri onnur grønlendsk feløg.
- Soleiðis, sum eg havi skilt, er hetta ein roynd hjá grønlendskum reiðaríum at prógva, at tað ber til at reka línuveiði í grønlendskum sjógvi uttan ov stóra íblanding av toski.
Hann vísir á, at í Grønlandi eru ógvuliga fáir línubátar og teir hugsa ivaleyst um at fáa sær nøkur skip at reka línuveiði við.
- Lítil og eingin botnfiskiskapur er í Eysturgrønlandi. Flestu trolarar, sum fiska um hesar leiðir, fiska rækjur, sigur skiparin á línuskipinum, Sigmundi.
Elmar Rubeksen leggur aftrat, at umleið 60% av veiðini hjá teimum hevur verið brosma, umleið 1/3 toskur - og so hava teir eisini fingið nakað av øðrum fiskasløgum, eitt nú kongafiski og kalva.