Spennandi at finna fram til feilirnar

 Tað er altíð spennandi at finna út av, um ein fær eitt útvarp ella eitt sjónvarp í ordan aftur. Hetta eydnast sum oftast, men ikki altíð, sigur Rannvá Joensen, sum verður útlærd sum elektronikkfakteknikari hjá elektronikktænastuni Delta í summar.

Havn: Hon er ein av teimum fáu við hesum langa starvsheitinum - hin 33 ára gamla elektronikkfakteknikarin Rannvá Joensen úr Kvívík.
Í roynd og veru er hon tann einasta føroyska kvinnan við hesum starvsheitinum, - tað Rannvá sjálv veit um.
Hon er ikki útlærd enn, men er liðug við tann teoretiska partin. Eftir bíðar nú eitt hálvt ár á verkstaðnum, áðrenn hon í summar av sonnum kann kalla seg ein elektronikkfakteknikara.
Alt hetta við skrúvum og elektronikki er vanliga eitt, sum dreingjum og monnum dáma best at takast við.
 Men eg veit ikki. Mær hevur altíð dámað sera væl at skrúva og taka ymiskt sundur, fyri síðani at vita, um eg fekk tað saman aftur, sigur Rannvá, sum hevur dámað sera væl á verkstaðnum hjá Delta í Havn.
Frammanundan arbeiddi hon eitt skifti á vaskarí'inum á Landssjúkrahúsinum í Havn og á pakkideildini í bakarí'inum hjá Frants. Men seinasta hálvtfjórða árið hevur hon staðið í læru, har hon m.a. hevur verið á skúla í Viborg.
- Jú, vit hava tað sera gott her á arbeiðsplássinum, sigur einasta kvinnan hjá elektroniktænastuni í Delta.

Heldur fram
Rannvá verður útlærd sum elektronikkfakteknikari í summar, men enn veit hon ikki til fulnar, hvat hon fer at gera eftir tað.
Hon vónar sjálvandi, at hon fer at kunna halda fram á verkstaðnum eftir tað.
Sjálv hevur hon í løtuni ongar ætlanir um at byrja egið verkstað.
- Tað er so nógv eyka arbeiði av tí, sigur hon.
Skuldi hon byrja fyri seg sjálva, so veit hon av royndum, at á einum slíkum verkstaði er rættiliga nógv eyka arbeiði av at halda skil á øllum pappírum. Tí vónar hon bara at kunna halda fram her eftir summarfrítíðina.
Rannvá veit tó, at hon ikki kann átaka sær øll sløg av arbeiðum annars, orsakað av einihvørjari sjúku í beinunum.
 Læknarnir finna ikki útav, hvat mær feilar í beinunum. Men veruleikin er so tann, at eg fái ikki staðið so nógv, sigur hon.

Væl skipað
Inni á verkstaðnum hjá Delta er júst so rokaligt, sum tað eigur at vera á einum slíkum verkstaði.
Hølið, har allar umvælingarnar verða gjørdar, er ikki stórt. Men kortini er alt gjørt fyri, at mekanikkararnir kunnu fremja sítt arbeiði til fulnar.
Hóast tað fyri onkran kann síggja óruddiligt út, so er alt kortini væl skipað og øll neyðug útgerð er tøk. Eingin ivi skal vera um, nær og hvat tól er liðugt umvælt, og hvat bíðar eftir eini slíkari umvæling.
Á borðinum til vinstru fyri Rannvá standa hesa løtuna, ið tvey umboð fyri tíðindatænastuna koma á vitjan, tvey stór sjónvørp, sum krevja eina køna hond. Og á borðinum frammanfyri hana liggur eitt stereo-anlegg tikið sundur, sum Rannvá nú er farin í holt við.
 Kundin segði, at anleggið ikki riggaði, tí at útvarpið tendraði ikki. Og so var tað okkara uppgáva at finna fram til, hví tað var so.
 Og tað havi eg so gjørt, og nú er tað so í lagi, sigur Rannvá.

Nokk at takast við
Hesin týsdagurin minti rættiliga nógv um allar hinar arbeiðsdagarnar - uttan tó at hann er keðiligur fyri tað.
Ein vanligur arbeiðsdagur hjá Rannvá byrjar kl. 8 um morgunin, og tá fer hon beinanvegin undir dagsins fyrstu uppgávu - at umvæla eitt av mongu tólunum.
 Her er altíð nokk at takast við, tí fólk vilja hava síni tól aftur sum skjótast.
 Tá eg fyrst eri komin í gongd við arbeiðið, so gongur tað bara, sigur Rannvá.
Hóast arbeiðið er rættiliga støðugt á verkstaðnum, so er serliga nógv at gera undan jólum og undan summarfrítíðini.
 Tá er altíð nógv at gera. Fólk vilja hava at tólini skulu vera í lagi til hesar tíðir.

Røtt raðfylgja
Tá Rannvá møtti til arbeiðis í gjár kl. 8 fór hon beinanvegin undir at kanna um pappírini og tólini á verkstaðnum hoyrdu saman.
Hetta arbeiðið er neyðugt at gera regluliga, soleiðis at umvælingarnar verða gjørdar í rættari raðfylgju og ikki minst fyri at tryggja sær, at einki tól verður standandi á verkstaðnum í óneyðuga tíð.
Tá hetta arbeiðið var liðugt fór hon undir at umvæla áðurnevnda stereo-anlegg, sum altso ikki vildi tendra.
Við kønum hondum fór Rannvá undir hetta, og fann skjótt fram til, at ein av komponentunum í hesum anlegginum mátti skiftast. Tá tað var gjørt, virkaði útvarpið sum tað skuldi.
Hetta var eitt kombinerað anlegg við m.a. bandupptakara. Og nú, ið tað kortini var komið inn á verkstaðið, skuldu reimarnar í hesum partinum eisini eftirhyggjast.
 Tað eri eg í ferð við beint nú, og so er hetta tólið klárt at avheinta hjá eigaranum, sigur Rannvá.

Umvæla hóast tað kostar
Soleiðis sum framburðurin og menningin hava verið, eru útvørp, sjónvørp og tílík elektronisk tól bara vorðið bíligari og bíligari.
Tað er eisini mangan so, at tað nærum ikki kann loysa seg at umvæla eitt sjónvarp: Arbeiðsløn og tilfar kostar nærum líka nógv sum eitt nýtt tól.
Hetta veit Rannvá eisini, men hon veit somuleiðis at siga frá, at fólk hóast alt vilja umvæla síni elektrónisku tól, sjálvt um tað kostar pening.
 Tey nýggju tólini eru bílig, eingin ivi um tað. Ja, ein DVD-spælari, fyri at taka eitt dømi, kostar so lítið, at tað als ikki loysir seg at umvæla hann.
 Men hóast hetta, so eru tað kortini mong sum vilja hava sítt útvarp ella sítt sjónvarp umvælt her hjá okkum, sigur Rannvá.