Uttan at spyrja langar hann til, skilir ikki, at eg vági mær at hava aðra hugsan um homosexuella atferð enn hann.
Tjóðveldishetjan øtast, hugsið tykkum, Jenis ætlar sjálvur gera av, um hann fer til borðs í Kirkjubø.
Tá Høgni skrivaði bræv sítt og sendi tað í eyst og vest, suður og norð, vóru júst 5 dagar farnir, síðani sama hetja noktaði at eta máltíð saman við danska uttanríkisráðharranum, sum bjóðaði honum, mær o.ø. til máltíð hjá Ríkisumboðnum. Høgni var »súrur« inn á Lenu, hon loyvdi sær at harta hann, afturfyri kundi hon eta einsmøll! Einsamøll varð hon tó ikki, vit vóru har, øll uttan Høgni, sum nú bráddliga ikki skilir, at man ikki treytaleyst vil til borðs. Men stólur hansara stóð tómur, og lundabringan, laksurin, og annað gott á borðiski hansara gløddi at okkum, meðan prát og át gekk so listiliga.
Men sjálvandi, Lene er ikki íslendingur, men dani, og eigur, sambært Høgna, ikki at siga honum ímóti, tí hon er gestur í Føroyum.
Jenis av Rana, Formaður Miðfloksins, ein flokkur við hugsjónum.