- Tað er púra burturvið at skuldseta okkum fyri at hava skrumblað málið ígjøgnum.
Tað sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráði.
Tórshavnar Býráð hevur fleiri ferðir einmælt samtykt ein skúlabygnað, sum ber í sær, at framhaldsdeildin, sum var í Kommunuskúlanum í miðbýnum, verður flutt í nýggja stórskúlan, sum tey eru farin undir at byggja úti á Fløtum.
Men bæði foreldur, lærarar og næmingar í Sankta Frans Skúla hava lagt trýst á býráðið fyri at fáa eina framhaldsdeild á skúlanum. Eitt, tey hava tosað um, er at skipa framhaldsdeild sum eina royndarverkætlan, til skúlin á Fløtum verður tikin í nýtslu.
Í hesum sambandi kallaðu tey býráðspolitikarar á fund 17. mai, og á tí fundinum lovaði borgarstjórin, og aðrir býráðslimir, at taka málið upp til nýggja viðgerð við tí endamáli at taka eina avgerð áðrenn skúlarnir fara í summarfrí.
Helena Dam á Neystabø segði her á www.in.fo fyrr í dag, at Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur kannað málið av nýggjum.
- Niðurstøðan í Mentamálaráðnum er, at eftir fólkaskúlalógini ber ikki til at skipa eina framhaldsdeild sum eina royndarverkætlan, sigur hon.
Hon sigur, at skal framhaldsdeild verða í Sankta Frans Skúla, skal skúlabygnaðurin tískil broytast. Tað má gerast eftir lógini, og tað merkir at øll skúlastýrini skulu viðgera málið av nýggjum, og sostatt skal arbeiðsbólkur skal skipast við umboðum fyri øll skúlastýrini at viðgera málið og semjast um ein nýggjan bygnað
Men Jógvan Arge er ikki nøgdur við viðgerðina, tí hann sigur, at alt er farið fram "yvir háls og herðar", og tað er í hesum sambandi, at ketan hjá Helenu Dam á Neystabø, loypir av.
- Málið er áður kannað og viðgjørt út í æsir. Men eftir fundin 17. mai, hava vit kannað tað einaferð afturat. Vit hava havt tvær vikur til tað, tí vit fingu eina bundna uppgávu at hava eitt úrslit, áðrenn skúlarnir fara í summarferiu, sigur hon.
Og hon sigur, at niðurstøðan er tann sama, at tað er ikki eftir lógini at skipa eina framhaldsdeild sum eina royndarverkætla.
- Men fyri tað at Jógvan Arge er farin at hokna í herðunum, kann hann ikki skuldseta okkum fyri at skrumbla málið ígjøgnum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon minnir á, at eisini Jógvan Arge hevur tikið undir við at byggja Skúlan á Fløtum og at flyta Framhaldsdeildina hagar.
Hon sigur, at sjálv var hon ímóti at flyta framhaldsdeildina úr miðbýnum, men meirilutin í býráðnum, eisini Jógvan Arge, vildi flyta framhaldsdeildina í ein nýggjan skúla í vesturbýnum.
- Í Roynd og veru var hann heitur talsmaður fyri at javna Kommunuskúlan í miðbýnum við jørðina, leggur Helena Dam á Neystabø afturat.
Forkvinna í mentamálanevndini sigur, at tey hava eina fólkaskúlalóg at halda seg til, og eftir henni ber ikki til at skipa eina framhaldsdeild sum eina royndarskipan.
- Sostatt er einasti møguleiki at skipa skúlabygnaðin av nýggjum, og tað er ein drúgv tilgongd, har øll skúlastýrini skulu uppí. Men tað kann heldur ikki takast í álvara, at vit skulu fáa øll skúlastýrini at semjast um ein nýggjan skúlabygnað upp á tvær vikur.
- Vit kunnu ikki mæla til at skipa eina framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla eftir summarferiuna, tí sostatt mæla vit til lógarbrot, leggur hon afturat.
Hon sigur, at avbjóðingin átti heldur at fáa greiði, hvussu vit kunnu menna skúlatilboðið í Sankta Frans Skúla, og at fáa skúlan í Kongagøtu uppí Og sjálvur hevur skúlin nevnt møguleikan at skipa ein skúla fyri orðblind.