Speispei spei eftir Tórodd

Nýggja yrkingasavnið eftir Tórodd Poulsen er ikki merkt av "illa yrktum kavaslettingi", men tvørturímóti av fjølbroyttum og vælorðaðum ørindum

"Speispei spei" er ellivta bókin hjá Tóroddi Poulsen. Í tíðindabrævi frá Mentunargrunni Studentafelagsins verður róð upp undir, at tað er ikki vist, at tað boðar frá góðum. Sambært pythagorearnar eru tølini lykilin til tær harmonisku lógirnar í kosmos og tí symbol upp á eina guddómliga heimsskipan. Tað er kortini so heppið, at sambært kristna hevd er ellivu eitt óeydnistal, tí tað fer eitt longur enn boðini eru í tali. Somuleiðis er tað talið av lærusveinum, tá ið Judas hevði tikið seg av døgum. Hinvegin eru tvær av útgávum Tórodds prosabøkur, so "Speispei spei" er bara níggjunda yrkingasavnið! Níggju umboðar Jesu rødd í deyðastundini og er eitt heilagt tal, m.a. tí tað er trý faldað trý. Og í Egyptalandi í fyrndini vóru gudaskipanir uppbygdar í níggju-eindum. So kanska loðar tað ikki bara ilt upp við nýggja yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen? Livst so spyrst!

Onkur ummælari hevur ákært skaldið fyri, at speisemið viðhvørt tekur ræðið av honum, og nú hevur Tóroddur latið eitt savn frá sær við einum frumspeiskum tittuli. Men yrkingarnar eru minni enn so bara speiskar - hóast eisini tað - men ímillum longri tekstir, sum taka tøk við tilveruna og portrettyrkingar, standa tey fínligastu haiku: "Havið ein grunnur / av søltum minnum har sjón / tín víðkar deyðan /". Aðrastaðni verður við eyðkendum tórodskum úrsliti spælt upp ímóti øðrum yrkjarum. Savnið er ikki merkt av "illa yrktum kavaslettingi", men tvørturímóti av fjølbroyttum og vælorðaðum ørindum.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið "Speispei spei" út, Ova hevur gjørt permuna, savnið er 80 blaðsíður og kostar 120 krónur.