Fyri 4 - 5 árum síðani doyðu fleiri ung í fleiri sera álvarsomum ferðsluvanlukkum í donsku kommununi Ejby á Fyn. Og hagtølini vístu, at varð onki gjørt fyri at venda gongdini, so fóru alsamt fleiri ung at doyggja í ferðsluvanlukkum í Ejby kommunu.
Fyri at fáa bøtt um hesa álvarsomu støðu vóru stig tikin til at fáa vent gongdini. M.a. varð farið undir eitt átak, sum fekk navnið SPEEDBUSTERS.
Átakið SPEEDBUSTERS var beinleiðis vent ímóti teimum ungu í Ejby kommunu.
Men tað, sum var serligt við átakinum var, at tey ungu millum 18 og 24 ár skuldu eisini sjálvi hava ein virknan leiklut í átakinum. Tað vil siga, at samstundis sum tey ungu millum 18 og 24 vóru málbólkur, skuldu tey eisini hava ein virknan leiklut í átakinum; - tey ungu skuldu soleiðis ikki einans vera móttakarar, men í eins stóran mun ein berandi partur í átakinum.
Nógva ferðin um drepur
Endamálið við átakinum SPEEDBUSTERS var í fyrsta lagi at minka um talið av deyðsvanlukkum í ferðsluni. Harumframt varð miðað eftir, at fáa eina broyting í hugburðinum, tá talan var um ta nógvu ferðina í ferðsluni. Seinni parturin av endamálinum var soleiðis eisini ein ásannan, - at tað er tann nógva ferðin, sum drepur.
Farið varð undir átakið SPEEDBUSTERS í 2001. Tá varð samstundis gjørt av, at arbeiðast skuldi miðvíst við átakinum fram til summarið 2005.
Og nú kemur sólskinssøgan: Seinastu 4 árini er ongin ungur í aldursbólkinum 18 og 24 ár deyður í ferðsluvanlukku í Ejby kommunu. Og hagtølini vísa eisini, at ferðsluvanlukkur har ung - á einhvønn hátt - eru við í ferðsluvanlukkum er fallið við 36 prosentum.
Áðrenn farið varð undir átakið varð gjørt av at hava eitt logo/symbol, sum skuldi minna øll á hetta álvarsama átak. Symbolið, sum bleiv valt, var ein rund ferðslutalvu við einum líggja innaní. So líggin var í hesum sambandi valdur at vera symbol fyri deyðsvandan, sum er knýttur at bilferðsluni.
Stóra og góða ávirkan
Ein partur av átakinum var, at tey ungu í kommununi á hvørjum ári vóru boðin til ein serligan ferðsludag. Henda dagin sluppu tey m.a. at royna og menna sín koyriførleika. Ein annar partur hevur verið, at tey ungu sjálvi hava fyrireikað fyribyrgjandi ferðslutiltøk.
Og skipað hevur eisini verið fyri mongum ymiskum øðrum tiltøkum, sum hava havt til endamáls at bøta um ferðslutrygdina í kommununi, t.d. hava verið reglulig tiltøk har tey ungu hava møtt fólki, sum hava fingið álvarligt mein í ferðsluvanlukku.
Í eftirmetingunum verður sagt, at átakið SPEEDBUSTERS hevur havt stóra og góða ávirkan á mong viðurskifti. Sagt verður, at borgararnir í kommununi eru samdir um, at tey í dag generelt eru nógv tryggari, og at tey ungu ikki longur koyra ábyrgdarleyst við ov stórari ferð í kommununi.
Men tað mest áhugaverda við SPEEDBUSTERS er helst, at tað ber til at fáa tey ungu at átaka sær ein virknan leiklut fyri at bøta um ferðslutrygdina. Og tað er helst eisini tað mest áhugaverda, tá vit hugsa um okkara egnu ferðslutrupulleikar.
Les meira: www.speedbusters.dk/Default.asp
Kelda: ferðslutrygd.fo