Ein nýggj meiningakanning í Týsklandi vísir, at sosialdemokratiski flokkurin SPD hevur havt stóra framgongd, og at tað nú stendur á jøvnum millum SPD og teir kristiligu demokratarnar hjá Angelu Merkel, kanslara (myndin) í CDU.
Eftir kanningini, sum blaðið Bild hevur gjørt, hevði CDU fingið 33 prosent, um val var nú, og SPD hevði fingið 32 prosent.
Tað kemur kanslaranum illa við, at sambært kanningini fær hennara samstarvsflokkur, Fríu Demokratarnir, einans fýra prosent av atkvøðunum, tí ein flokkur skal hava minst fimm prosent fyri at fáa umboð í samveldisdagin. Hinvegin gevur kanningin samstarvsflokkinum hjá SPD, Teimum Grønu, 14 prosent.