Sveinur Tróndarson
Viðskiftafólkið hevði, stutt fyri midnátt fríggjakvøldið fingið ein hýruvogn at koyra seg heim úr býnum. Tá bilurin kom í túni gjørdi maðurin vart við, at hann hevði ikki nóg nógvan pening uppi á sær og tá hann fór inn eftir meira peningi var hann varugur við, at hann hevði bara ein stóran seðil, sum hýruvognsførarin ikki fekk vekslað.
Hýruvognsførarin gav ilt av sær, og segði, at hann mátti á støðina at vekslað til smærri seðlar, men hetta vildi maðurin ikki góðtaka uttan at hann sjálvur slapp við bilinum.
Tað vildi hýruvognsførarin ikki og sum skilst hevur hann so sparkað mannin, meðan teir hava staðið í gongini í íbúðini.
Í fyrsta umfarið gjørdi maðurin ikki meira við málið. Hann fór til songar, men út á leygardagin var pínan so ógvuslig, at hann fór á sjúkrahúsið. Har varð staðfest, at hann hevði brotið tvey rivjabein, og tá læknarnir samstundis vóru í iva um at annað lunga kanska var punkterað, var maðurin innlagdur á deild átta.
Uppsagdur við brestin
Løgreglan er sera lítið tíðindafróð um hendingina og váttar bert, at tey hava fingið eitt slíkt mál til kanningar. Vakthavandi á støðini í Havn sigur, at ein hýruvognsførari frá Auto er meldaður fyri harðskap móti einum viðskiftafólki, men leggur afturat, at hann kann ikki siga meir, fyrr enn málið er liðugt kannað.
? Vit hava tosað við báðar persónarnar, sum málið snýr seg um, men sum so ofta er í slíkum førum, so eru frágreiðingarnar avvíkjandi. Tí skulu vit kanna málið nærri áðrenn vit siga meira um tað, sigur hann.
Hann váttar kortini at talan er um eitt mál um harðskap, sum er farin fram fríggjakvøldið og sum er meldað leygardagin.
Støðin í sjokk
Á bilstøðini Auto eru tey hinvegin ikki so varin, sum løgreglan. Sosialurin hevur fingið váttað av støðini, at ein av teirra bilførarum er meldaður fyri harðskap móti einum viðskiftafólki.
? Vit eru skelkað av tí, sum er farið fram. Slíkt er ótilgeviligt og eigur ikki undir nøkrum umstøðum at henda, sigur eitt av starvsfólkunum, sum vit hava tosað við.
? Viðskiftafólk okkara hava altíð verið í hásæti og tað eru tey framvegis, og tí er tað ein skandala, at ein av bilførarunum ikki dugir at stýra sær, sigur starvsfólkið, sum leggur afturat, at hetta vónandi ikki fær ávirkan á arbeiði hjá øllum hinum bilførarunum, sum koyra fyri støðina.
Fyri bilføraran, sum koyrdi fríggjakvøldið, er túrurin helst liðugur, í hvussu er fyri Auto. Sum skilst hevur bilførarin fingið fótin upp á standandi fót, og tað merkir, at hann ongantíð aftur sleppur at koyra fyri Auto.
? Vit kunnu ikki lata slíkt um okkum ganga. Við lýsingum biðja vit viðskifta-fólkini lata bilin standa, tí so skulu vit syrgja fyri, at tey koma trygt heim. Og so hendir hetta. Tað má fáa avleiðingar alt fyri eitt og tað hevur tað fingið.










