<B normal"$?$end$!$SPARK
Spark er heitið á nýggjasta útspælinum hjá føroyska størsta brýggjaríi, Føroya Bjór. Seinastu árini er kappingin nógv harðnað millum bryggjaríini í Føroyum ? serliga á ølmarknaðinum. Men hóast hetta nýggjasta útboðið gevur eitt spark, so er kortini einki rúsandi at finna í Spark. Heldur eingin kolsýra er at finna í fløskunum. Tískil er tað hvørki brús ella alkohol í nýggja drykkinum. Talan er heldur um eitt slag av orkudrykki.
- Spark inniheldur neyðugu vætuna og søltini, sum kroppinum tørvar eftir eitt nú harða venjing ella annað kropsligt arbeiði, sigur Búgvi Dalsgarð hjá Føroya Bjór, sum leggur afturat, at Spark riggar væl fyri tosta.
<B STRONG normal"$?$end$!$Isotonisk<>
Spark gongur undir heitinum at vera isotoniskur orkudrykkur. Týdningurin handan hetta - á ongan hátt føroyska hugtak ? er, at ein isotoniskur drykkur er ein drykkur, sum inniheldur ta vætu og minaral, kroppinum tørvar eftir kropsliga krevjandi arbeiði.
Drykkurin inniheldur eisini ymiskt annað gott fyri kroppin. Umframt 35 Kcal fyri hvørjar 100 ml er millum annað sukurslagið maltodextrin, ið liggur eitt sindur longur á enn vanligt sukur, í Spark.
Hjá Føroya Bjór eru tey greið yvir, at Spark neyvan verður tann best umtókta fløskan í vøruskránni. Málbólkurin er sjálvandi serliga fólk, ið íðka ítrótt. Og drykkurin hóskar seg einabest eftir eina venjing ella afturvið einum eitt nú einum longum rennitúri.
- Vit mettu, at hetta var ein vøra okkum tørvaði í vøruskránni. Samstundis er hetta nakað heilt nýtt í Føroyum, sigur Búgvi Dalsgarð.
Spark er í handlunum frá í dag, hósdegi.