- Tað er ræðandi, at fleiri av sparitiltøkunum hjá samgonguni, fullkomiliga mangla visjónir.
Tað heldur Jan Otto S. Holm óheftur fíggjarráðgevari.
Hann staðfestir, at í ár verður almenna halli mett at verða 4% av bruttotjóðarúrtøkuni og skuldin verður eini 45% av bruttotjóðarúrtøkuni.
Samstundis hava serfrøðingar víst á, at tað er ikki fyrrenn at ein almenn skuld verður 80%-90% av bruttotjóðarúrtøkuni, at vandi er ár ferð.
- Sum bruttotjóðarúrtøkan er nú, kann føroyska skuldin tvífaldast, áðrenn vandi er á ferð.
Jan Otto S. Holm staðfestir, at kortini eru føroyskir politikarar veruliga farnir í hernað móti føroyska hallinum og skuldini.
Men hann heldur, at tað er líkt til, at hesir politikarar hava gloymt, ella ikki vita, hvør teirra uppgáva er í samfelagnum.
- Tað er skyldan hjá politikarunum at føra ein stimbrandi fíggjarpolitikk, tá ringar tíðir eru, og ein tálmandi fíggjarpolitikk, tá góðar tíðir eru.
Hann heldur, at ein orsøk til, at politikarar eru farnir at tálma búskapinum, tá ið tað rætta er at stimbra hann, er, at nógvir politikarar blanda tjóðarbúskapin við ein húsarhaldsbúskap.
- Hetta er grundleggjandi skeivt. Í einum tjóðarbúskapi er alneyðugt, at hallið stundum er stórt fyri at halda samfelagshjólini gangandi. Hetta førir við sær skuld, og tað er ikki ein trupulleiki í løtuni er tað hinvegin neyðugt.
- Tað er eisini skyldan hjá politikarunum, at hugsa um framtíðina at vera visjónerir.
- Tí er tað ræðandi, at fleiri av sparitiltøkunum, ið eru ætlaði at seta í verk, fullkomuliga mangla visjónir.
Eitt nú eru boð komin um, at partur av lestrarstuðli til ávís lesandi, skal rindast aftur, um tey lesandi ikki flyta aftur til Føroyar eftir loknan lestna.
- Hetta kann vísa seg at gerast ein vanlagna fyri landið. Størsta tilfeingið hjá okkum er ungdómurin.
Fyri tað fyrsta er vandi fyri, at øll tey ungu nú fara til Danmarkar at lesa.
Hóast donsku lærustovnarnir eru framúrskarandi, so er alneyðugt, at lærdómurin verður so fjølbroyttur sum møguligt, og at tey ungu nema sær kunnleika úr so nógvum londum sum gjørligt.
- Haraftrat er vandi fyri, at nógv ung setast aftur, nú ávísur stuðul kann enda sum lán.
- Heldur enn at tálma útbúgvingarmøguleikarnar, skuldu politikararnir júst nú stimbra soleiðis, at enn fleiri ung fóru at útbúgva seg.
- Tá ið tíðirnar so venda -og tað gera tær- er brúk fyri hesum vælútbúna ungdómi at koma heim at skapa vøkstur og byggja land, sigur Jan Otto S. Holm.