Ein skipan, nevnd Frugal Propulsion, sum er ment av einari fyritøku í Aalborg og er sett í skipið Malik Arctica hevur spart reiðarínum, Royal Arctic Line, stórar oljuútreiðslur.
Reiðarríið sigur, at sparingin við nýggju skipanini er upp í 15 prosent, og í tonsum av brenniolju svarar hetta til umleið fýra tons um samdøgnið.
Talan er um eina nýggja skipan, sum regulerar høvuðsmotorin, og skipanin tekur eisini hædd fyri djúpgangi, last, aldum og vindi.
Tað er eitt ár síðan, at Frugal Propulsion varð sett í Malik Arctica, og tað er Sermitsiaq.ag sum endurgevur av Facebook-síðuni hjá reiðarínum, sum eigur skipið.
Lagt verður aftrat, at Malik Arctica hjá Royal Arctic Line er í sigling á langa teininum millum Danmark og Grønland.