Sparingin merkir 20 uppsagnir

Í fyrstu atløgu merkir sparingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið 12 uppsagnir, men verður fíggjarlógin ikki samtykt fyrr enn móti jólum, fer hetta at merkja 20 uppsagnir

Virkandi leiðarin á Klaksívkar Sjúkrahúsi, Svanhild Isaksen, er ikki sørt ørg inn á avgerðina hjá Helenu Dam á Neystabø um at spara góðar 300 túsund krónur á rakstrarjáttanini fyri ár 2000, meðan Suðuroyar Sjúkrahús fær knappar 1,6 milliónir meira á rakstrarjáttanini fyri ár 2000 enn í 1999.

? Eg haldi ikki, at grundgevingarnar um, at Klaksvíkar Sjúkrahús árliga hevur eina játtan, ið er 12 milliónir hægri enn tann hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tað tískil ber til at spara í Klaksvík, halda.

? Klaksvíkar Sjúkrahús veitir nógv fleiri tænastur enn Suðuroyar Sjúkrahús, og í hesum hátøkniligu tíðum, nú ár 2000 nærkast, eigur ikki at verða hugsað um at draga Klaksvíkar Sjúkrahús niður á sama tænastustøði, sum Suðuroyar Sjúkrahús, men heldur at draga Suðuroyar Sjúkrahús upp á sama støði, sum Klaksvíkar Sjúkrahús.


Tvær deildir

Stóri munurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi er, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tvær deildir. Eina medisinska og eina kirurgiska deild. Suðuroyar Sjúkrahús hevur bert kirurgiska deild.

Tær tvær deildirnar hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi merkja, at neyðugt er við tveimum yvirlæknum. Einum medisinskum og einum kirurgiskum.

Afturat hesum hevur Klaksvíkar Sjúkrahús eisini landsumfevnandi ortopædiska funktión og somuleiðis landsumfatandi bandagist funktión.

Alt hetta ger, at Klaksvíkar Sjúkrahús er dýrari at reka enn Suðuroyar Sjúkrahús, ið ikki veitir allar tær sertænastur, ið Klaksvíkar Sjúkrahús hevur.

Svanhild Isaksen heldur, at um politiksu myndugleikarnir ynskja at gera broytingar innan hesar sertænastur, eiga teir at seta seg niður saman við leiðslunum fyri sjúkrahúsini og viðgera málið. Tað er nevniliga ikki heilt vist, at tað fer at bera til hjá Landssjúkrahúsinum at yvirtaka ein stóran part av sjúklingunum frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.


Kenna seg ótrygg

Dagligi leiðarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vísir á, at starvsfólkini á sjúkrahúsinum altíð kenna seg ótrygg orsakað av, at tey hvørt ár fáa eina óneyðuga og negativa jólagávu frá landsins myndugleikum. Hon sigur, at jólagávan vanliga er boð um ógvusligar sparingar, ið sum oftast hóast alt skulu vera so ógvusligar, tá fíggjarlógin verður samtykt beint áðrenn jól.

Men skulu sparingarnar á hesum sinni fremjast, fer tað at merkja ógvusligar avleiðingar. Verður fíggjarlógin heilt skjótt samtykt í verandi líki, verður talan um 12 uppsagnir, men verður hon ikki samtykt fyrr enn móti jólum, men tó í verandi líki, verður avleiðingin 20 uppsagnir. Tá skal nevniliga sparast við afturvirkandi megi.