Sparingarnar eru sera óhepnar

Serliga undrast tey á, at talið á læknum skal lækkast

Sparingarnar, sum eru í væntu á Landssjúkrahúsinum, eru sera óhepnar.

 

Tað sigur Hjálparlæknaráðið.

 

Tey hava havt aðalfund í dag og har umrøddu tey eisini ætlaðu skerjingarnar á Landssjúkrahúsinum.

 

Tað, ráðið sipar til, er at stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur boðað frá, at skal Landssjúkrahúsið sleppa undan at seta sparingar í verk næsta ár, má játtanin hækka einar 16 milliónir krónur.

 

 

Les eisini: Landssjúkahúsið má skerja virksemið nógv

 

 

Stjórin sigur eisini, at hækkar játtanin ikki, og Landssjúkrahúseitt noyðist at seta sparingar í verk, er eitt sparitiltak, ætlanin er at seta í verk, at lækka talið á hjálparlæknum.

 

Hjálparlæknaráðið ger greitt, at tey taka undir við Læknafelagnum, og felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum bæði hava funnist at sparingunum og hava kallað tær sera óhepnar.

 

 

Les eisini: Eg trúði ikki at tað kundi verða verri enn tað er

 

 

– Tað er sera óheppið, at tað skula sparast uppaftur fleiri pengar í sjúkrahúsverkinum, sigur Hjálarlæknaráðið.

 

Serstakliga standa tey spyrjandi um ætlanina at skerja í hjálparlæknastørvum.

 

– Vit hava trupuleikar við at fáa læknar hendan vegin, og sum nú er, arbeiða nærum allir okkara limir meira enn fulla tíð, siga tey

 

 

Les eisini: Hevði ikki væntað sparingar á Landssjúkrahúsinum

 

 

Annars hevur nevndin í Hjálparlæknaráðnum skipað seg við Turið Holm Johannessen sum forkvinnu og Dáviði Michelsen sum næstformanni. Harumframt er nevndin mannað við Eyð Tausen Magnussen, Amaliu Danielsen, Kasper Kyhl og Sámali Jakobsen.