- Næsta skúlaár lækkar tímatalið til føroyska fólkaskúlan eitt prosent. Tað staðfestir Jonleif Johannesen, næstformaður í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum.
Hann sigur, at boðini úr Mentamálaráðnum eru, at tað er bara har heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi, at untantøk verða givin.
Tímarnir verða tillutaðir eftir næmingatalinum, men Jonleif Johannesen staðfestir, at hetta er eitt sera óheppið og ørkymlandi tekin at senda foreldrum, børnum og skúlaskipanini sum heild.
Tvørtur ímóti sigur hann við Skúlablaðið, at heldur enn sparingar, hevur fólkaskúlin nógvar ábøtur fyri neyðini.
- Hesar ábøtur kunnu ikki fremjast á nøktandi hátt, samstudis sum sparingar fara fram.
Hann sigur, at tí er skjótt at koma til ta keðiligu niðurstøðu, at tey ráðandi meta, at tað er ílagi, at okkara fólkaskúlanæmingar eru eftirbátar í mun til hini Norðurlondini.
Men næstformaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað sæst ongastaðni, hvar tað er, at skúlin skal spara, nú tímatalið lækkar, tí krøvini til skúlan eru tey somu.
Hann sigur, at ein møguleiki er, skúlarnir verða noyddir at spara vikarar burtur. Tað merkir, at næmingar ikki hava vikar til allar tímar, tá ið teirra lærari er sjúkur.
Annar møguleiki er, at hetta fer at raka tímarnar, sum eru ætlaðir til sernámsfrøðilig átøk.
- Ein triði møguleiki, ið skúlar við framheildsdeild hava, er at lækka vallærugreinatilboðið.
- Skúlar, ið ikki hava framheildsdeild, fara kanska at finna sparingina innan handaligu lærugreinarnar.
- Aðrir sparingarhættir eru eisini, men felags fyri allar er, at næmingurin missir í síðsta enda, sigur Jónleif Johannesen við Skúlablaðið.
|